- Vit hava vatntanga, streym, trýstluft og dampreins og annars alt, sum vit skulu brúka í arbeiðnum. Hetta hava vit alt í bilinum, sum vit koyra út við. Tað einasta, sum viðskiftafólk skulu hugsa um, er at hava bilin opnan, so vit fáa gjørt okkara arbeiði.
Tað siga tveir 23 ára gamlir vinmenn, sum hava verið í Birmingham og lært seg at gera bilar reinar. Ungu menninir eru Magnus Madsen og Tóri Nattestad, sum eru farnir í holt við fyritøkuna, teir rópa Bilreins. Hetta er samstundis fyrsta flytbara bilreins í Føroyum, ið serliga vendir sær til persónbilar og vørubilar.
Hetta merkir, siga teir, at viðskiftafólk sleppa undan at koma til teirra við bilinum fyri at fáa bilin reinsaðan. Teir koma á staðið og tað einasta, fólk skulu gera, er at ringja ella senda teldupost, so syrgja teir báðir fyri rest.
Í fjør heyst búnaðist tankin at fara í holt við eitt hvørt virksemi saman, og teir komu eftir, at ein møguleiki kanska var at fara út at reinsa bilar. - Tað er útbjóðarar á marknaðinum, sum veita slíka tænastu, men tað er eingin, sum hevur flytbara tænastu, og hetta síggja vit sum ein møguleika, siga teir.
Men, áðrenn Magnus Madsen og Tóri Nattestad fóru í gongd, fóru teir fyrst at leita eftir skeiðum í bilreinsi ,og valið fall á Birmingham í Onglandi. - Hetta skeiðið tiltalaði okkum mest, tí tað tóktist sum eitt veruligt kvalitetsskeið, ið eisini kostaði fitt av peningi.
Teir siga, at skeiðið tók eina viku og bygdi bæði á teori og praksis. Í endanum av skeiðnum skuldu teir eisini upp til roynd, og her fingu teir báðir prógv í tí, sum rópt verður “mobile detailing”. Magnus Madsen og Tóri Nattestad siga, at teir lærdu óføra nógv í Birmingham, og her fingu teir bæði royndir og førleika at fara í holt við sína fyritøku.
Í sínari tænastu hevur Bilreins fýra pakkar, har hin fyrsti og bíligasti er bilvask uttan, har eisini verður vaskað undir hurðar og millum felgur. Hin størsti og dýrasti pakkin er bilreins bæði uttan og innan, har farið verður um allan bilin og eisini í motorrúmið.
- Her verður bilurin næstan sum nýggjur innan, og tú finnur ikki støv nakrastaðni. Vit taka ikki setrini úr bilinum, men vit taka alt, sum er undir setrunum og við síðuna av setrunum. Eru blettir á setrum ella innan í bilinum annars, verður tað eisini tikið – ja, sjálvt pedalirnir fáa helst eisini ein umgang.
Magnus Madsen og Tóri Nattestad siga, at við tí størsta pakkanum verður motorurin dampreinsaður. Allur skitturin á motorinum og í motorrúminum annars verður loystur, og síðan verður turkað við klúti eftir bæði motori og motorrúmi, soleiðis at motorurin frá at vera skitin nú fer at lýsa upp í motorrúminum, siga teir báðir.
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin
6 tímar síðan
Hondbóltur
Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál
6 tímar síðan
Fótbóltur
Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum
7 tímar síðan
Fótbóltur
Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli
7 tímar síðan
Tíðindi
Tinganes skal hava fastan byggiharraráðgeva
8 tímar síðan
Hondbóltur
Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir
8 tímar síðan
Hondbóltur
SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna
8 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum
9 tímar síðan
Tíðindi
Nýggj krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi
9 tímar síðan
Fótbóltur
Sandoyingar hava vunnið gull
10 tímar síðan
Hondbóltur
Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini
10 tímar síðan
Fótbóltur
FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum
10 tímar síðan