info
Ongi úrslit

Mammur sleptar uppá fjall

Sára Gullfoss, valevni fyri javnaðarflokkin
28. november 2022 kl. 10:18

Skipanin, har mammur við barnsburðartunglyndi kundu fáa hjálp, varð niðurløgd í 2021 – uttan fráboðan!

At verða við barn, at eiga og at gerast foreldur eigur at verða ein spennandi og gleðilig tíð fyri alla familjuna, og í flestu førum gongur hetta væl. Men í summum førum fær mamman barnsburðartunglyndi.

Í Føroyum fáa allar mammur í boði at vera kannaðar fyri barnsburðartunglyndi 8 vikur eftir barnsburð. Tað er heilsufrøðingurin, ið við einum internationalt góðtiknum spurnarblaði (EPDS), stendur fyri kanningini.

Tað er týdningarmikið at fáa fram, at vit kanna ikki mammurnar fyri at finna eina diagnosu, tí barnsburðartunglyndi, hóast tað kann líkjast tunglyndi ella angist, ikki er tað sama, vit skulu ikki sjúkliggera mammurnar. Vit finna tær mammur, sum eru í vanda fyri at fáa barnsburðartunglyndi og eru í eini støðu, har tær ikki trívast, tí er trivnaðurin hóttur, so mugu vit gera nakað. Manglandi trivnaður hjá mammuni ávirkar nevniliga ikki bara hana, men alla familjuna og kann hava sera keðiligar og skaðiligar avleiðingar.

Í Føroyum byrjaðu vit at bjóða ein kanning fyri barnsburðartunglyndi í 2012. Samstundis varð eitt fleirfakligt sertoymi set á stovn, sum var staðsett á psykiatriska deplinum. Tey seinastu árini vóru tveir  sjúkrarøktarfrøðingar frá økispykiatri, sálarfrøðingur, musikterapeutur og lækni við í toyminum. Toymið hevði somuleiðis fund við psykiatara 14. hvønn dag.

Um ein mamma við fyrstu kanning skoraði í hægra lagi, setti heilsufrøðingur fyrst inn við tveimum eykavitjanum, men varð ongin bati, so varð mamman ávíst til kommunulækna og samstundis til sertoymið á psykiatriska deplinum. Hetta var ein skipan, ið riggaði og mammurnar kundu fáa skjóta og góða hjálp.

Men í dag eru onki sertoymið! Tann servitan, ið var upparbeitt og kundi kvalitetssikra økið er niðurløgd, uttan at nakað annað er sett inn!

Í árunum 2012-2014 vórðu 1242 børn fødd. Tøl frá innheintan av kanningum fyri barnsburðartunglyndi vísa, at fyri fyrstuferðseigandi eru 18 % í vanda fyri at fáa barnsburðartunglyndi og fyri tær, ið hava átt fyrr, er talið 11 %. Tølini stava frá 917 kanningum og gevur tað eitt svar uppá 75 %. Tølini passa rættuliga væl við tøl frá øllum heiminum, har talið av mammum, ið fáa barnsburðartunglyndi er 12-20 %. Tað merkir, at vit kunnu vænta, at umleið 1 av hvørjari 5 - 10 kvinnum vilja uppliva manglandi trivna eftir barnsburð og hevur tí tørv á stuðul og hjálp.

Allar mammur fáa áhaldandi bjóða kanning, men í dag er einasta tilboð, umframt at heilsufrøðingur fer á eykavitjan, at mammur verða ávístar til kommunulækna og síðani víðari til sálarfrøðing. Hetta er ikki gott nok! Sum er, er long bíðitíð til sálarfrøðing og ongin servitan.

Verið eg vald og komi í tingið, so fari eg at arbeiða fyri, at vit aftur fáa eitt sertoymi fyri mammur við barnsburðartunglyndi. Og kanska skal tilboðið ikki bert verða til mammur, tí pápar kunnu eisini fáa barnsburðartunglyndi. Vit mugu øllum førum hava eina loysn fyri at tryggja eina góða byrjan fyri allar familjur í Føroyum.

 

Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

Valevni fyri javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

22 minuttir síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

31 minuttir síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

53 minuttir síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

1 tími síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

3 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

7 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

9 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

11 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

11 tímar síðan