Við nýggjari framleiðslu av fiskaolju á virkinum hjá norska toskaalaranum - Norcod í Kråkøy - fara nú heili 98 prosent av fiskinum, sum verður tikin, til mannaføði.
- Eftir mánaðir við fyrireikingum er tað gevandi at síggja, at hvør fiskur nú gevur meira virði, sigur dagligi leiðarin á Norcod Kråkøy, Roger Sørgård.
Kyst.no veit at siga, at Norcod nú eisini er farið í holt við framleiðslu av fiskaolju á virkinum, har aldi toskurin verður arbeiddur.
Seinastu tvær vikurnar, síðan framleiðslan av fiskaolju fór í gongd, hevur felagið framleitt tilsamans 14 tons av fiskaolju.
- Soleiðis kann Norcod nú framleiða fiskaolju úr næstan øllum avskurðinum á toski - eisini pørtum av avskurðinum, sum áður fór til ensilasju.
Í summar vórðu maskinurnar til fiskaolju settar upp, og hetta er sambært Norcod ein íløga á umleið 13,5 milliónir krónur í okkara peningi.
Felagið sigur, at framleiðslan av fiskaolju ger, at so at siga hvør einsti toskur, sum felagið alir, nú verður virkaður til mannaføði.
- Fiskaoljan skal seljast á marknaðinum sum kostískoyti, og hetta gevur Norcod nakrar eyka inntøkur í framleiðsluni, sigur felagið.
Umsitingarstjórin hjá Norcod, Christian Riber, sigur, at felagið er nøgt við tað, sum er komið burturúr, og tey eru eisini errin av, at so at siga alt nú fer til mannaføði.
Málið hjá Norcod er er at skapa størst møguligt virði av hvørjum einasta fiski, sum verður tikin.
- Hetta vísir, at ábyrgdarfull nýtsla av tilfeinginum og fíggjarligir fyrimunir saktans kunnu ganga hond í hond, leggur Christian Riber aftrat.