info
Ongi úrslit
- Fótbóltsvøllur og bygdarhús eru í sama umhvørvi, og stóri uttandura spæligarðurin gevur børnunum alskyns møguleikar fyri spæli og upplivingum, siga tey í Sjóvar kommunu

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

- Vit eru sera errin av okkara barnagarði, sum vit halda vera Føroya besti. Við dugnaligum og trúføstum starvsfólkum og einum uttandura spæliøki í serflokki hava børnini góðar karmar at trívast, mennast og læra

Vilmund Jacobsen
3. november 2026 kl. 10:26

Fríggjadagin hin 6. november verður hátíðarhildið, at dagstovnurin Lítlifløttur í Sjóvar kommunu verður 20 ár, og í hesum sambandi verður alment hátíðarhald henda dagin frá klokkan 15-17.

Í Sjóvar kommunu siga tey, at almenna hátíðarhaldið verður í bygdarhúsinum á Strondum við hesari skrá:

  • Barnagarðsbørn, børn í skúlabólki og børn í frítíðarstovu syngja

  • Varaborgarstjórin ber fram føðingardagsheilsu.

  • Rakul Ró og William syngja Kular Røtur

Í Sjóvar kommunu siga tey, at eftir hátíðarhaldið eru øll hjartaliga vælkomin til kaffi og køku, og sjálvandi verður eisini okkurt leskiligt til børnini.

Lítlifløttur er dagstovnurin í Sjóvar kommunu, sum hýsir børnum í øllum aldri – frá vøggustovualdri til frítíðarstovualdur.

- Vit eru sera errin av okkara barnagarði, sum vit halda vera Føroya besti. Við dugnaligum og trúføstum starvsfólkum og einum uttandura spæliøki í serflokki hava børnini góðar karmar at trívast, mennast og læra.

Víst verður á, at síðan dagstovnurin læt upp hin 6. november 2006, eru tríggjar útbyggingar gjørdar.

- Í mai 2008 varð ein nýggjur bygningur bygdur til frítíðarstovubørnini. Í september 2019 lótu tríggjar nýggjar vøggustovur upp í nýggjum bygningi, og á sumri 2023 læt enn ein nýggj frítíðarstova upp í bygningi, sum varð bygdur afturat gomlu frítíðarstovuni. Her húsast skúlabólkurin nú.

Í Sjóvar kommunu halda tey, at dagstovnurin liggur í einum avbera góðum og fjølbroyttum umhvørvi.

- Fótbóltsvøllur og bygdarhús umringa stovnin, og stóri uttandura spæligarðurin gevur børnunum alskyns møguleikar fyri spæli og upplivingum.

Lagt verður aftrat, at Gerðá rennur gjøgnum spæliøkið, har børnini kunnu vassa og spæla, og handan garðin er berg at klintra í.

- Um nøkur ár verður vónandi ítróttarhøll í sama umhvørvi, sum fer at geva enn fleiri møguleikar.

Í Sjóvar kommunu siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Lítlafløtti í bygdarhúsinum á Strondum fríggjadagin hin 6. november.

- Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

17 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

1 tími síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

1 tími síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

2 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

3 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: USA hev­ur lop­ið á iranska oyggj í Hor­muz­sundi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: FSF tíðindafundur

10 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður

11 tímar síðan
Tíðindi

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan
Tíðindi

Før­oya­r skulu hava veru­liga á­virk­an á verju­polit­isk­ar avgerðir

12 tímar síðan
Tíðindi

Apple sel­ur meira enn vænt­að – ser­liga i­Phone gong­ur væl

12 tímar síðan