Fleiri útlenskir tíðindamiðlar vita í dag at siga, at bumbuhóttanir hava verið ímóti fleiri flogførum í dag og millum flogførini, sum eru hótt, er eitt SAS-flogfar úr Keypmannahavn, sum noyddist at lenda á Copin-flogvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Warsjava.
- Eg kann vátta, at vit hava fingið eina hóttan, og flogfarið hevur lent í Warsjava uttan trupulleikar, upplýsti samskiftisleiðarin hjá SAS, Alexandra Lindgren Kaoukji, yvirfyri danska Tv2 í morgun.
Útlendskir miðlar vita at siga, at bumbuhóttanir í morgun raktu trý flogfør. Umframt SAS-flogfarið, sum fór úr Keypmannahavn, er talan eisini um eitt LOT-flogfar úr London, sum lendi á Modlin-flogvøllinum í Warsjava.
At enda er talan um eitt Ryanair-flogfar úr Manchester, sum sambært ávísini, Onda Regional de Murcia, noyddist at lenda í Murcia í Spania.
Norska kringvarpið NRK skrivar, at tað er ikki vist, at hendingarnar hava havt nakað við hvørja aðra at gera.
NRK hevur skift orð við eitt av ferðafólkunum, sum var við SAS-flogfarinum úr Keypmannahavn til Copin-flogvøllin í Warsjava, og ferðafólkið er Ricardo Garcia.
- Tá vit lendu, stóðu ein røð av neyðsynjarakførum á flogvøllinum, og vit fingu at vita, at talan var um hóttanir móti nøkrum inngangandi flogførum, sigur hann.
Ricardo Garcia vísir á, at flogskiparin segði, at neyðugt var at lenda, men at talan ikki var um nakað vandamikið. Tá tey høvdu lent, komu fólk at kanna flogfarið.
Sum skilst, kannaðu bumbuhundar fyrst hondviðførið og síðan viðførið í flogfarinum annars.
Pólska ávísin, Rzeczpospolita, veit at siga, at hin flogvøllurin nærindis Warsjava, Modlin-flogvøllurin, læt aftur, eftir at flogfarið úr London óvæntað lendi fyrrapartin, men flogvøllurin læt uppaftur um middagin í dag.
Hinvegin hevur Chopin-flogvøllurin, har SAS-flogfarið stendur, verið í gongd alla tíðina.
Men, tað er ikki bara í dag, at flogfør her um okkara leiðir hava verið rakt av bumbuhóttanum. Í gjár varð eitt Wizz Air-flogfar, sum var á veg til Budapest, eisini fyri einari bumbuhóttan, veit Hungary Today at siga.
Sagt verður, at flogfarið, sum var á veg úr London til Sofia, ístaðin noyddist at lenda í Budapest, men ongar spreingiløðingar vórðu funnar í flogfarinum.