Flogvøllurin Warszawa Modlin í Póllandi er stongdur, eftir at eitt flogfar úr London lendi har týsdagin vegna eina hóttan um spreingievni umborð. Tað skrivar Reuters.
Flogfarið var á veg úr Heathrow í London til Chopin-flogvøllin í Warszawa. Sambært Modlin-flogvøllinum kom ávaringin klokkan 09.54 lokala tíð, og sjey minuttir seinni lendi flogfarið í Modlin. 181 fólk vóru umborð. Pólskar trygdartænastur kanna nú hóttanina.
Eitt SAS-flogfar, sum kom úr Keypmannahavn, fekk eisini eina hóttan, eftir at tað hevði lent sum ætlað á Chopin-flogvøllinum. Ferðafólkini eru farin úr flogfarinum, og málið er latið pólsku løgregluni, sigur Alexandra Lindgren Kaokju, kunningarleiðari hjá SAS, við Ritzau. Hon undirstrikar, at talan ikki var um eina neyðlending.
Enn er ikki upplýst, hvat hóttanin móti SAS-flogfarinum snýr seg um, ella um hon hevur samband við hóttanina móti hinum flogfarinum.
Mánadagin varð eitt Wizz Air-flogfar úr London, sum var á veg til Sofia í Bulgaria, eisini beint til Budapest eftir eina bumbuhóttan.
Ritzau