info
Ongi úrslit
Áki Mortensen, stjóri í HITA í Hoyvík

Takið kann lækka elrokningina

Við sólpanelum kann takið gerast ein orkukelda, sum minkar um útreiðslurnar til streym. Hjá HITI í Hoyvík fáa bæði húsarhald og fyritøkur hjálp at finna eina loysn, sum hóskar til takið, nýtsluna og føroyska veðurlagið

Vilmund Jacobsen
3. november 2026 kl. 09:41

Meðan eltólini í húsinum ella maskinurnar í fyritøkuni eru í gongd, kunnu sólpanelini á takinum veita ein part av streyminum. Streymurin kann eisini nýtast til at hita brúksvatn ella løða elbilin. Soleiðis kann takið fáa virði sum orkukelda í nógv ár.

Hjá HITI á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík fáa kundar ráðgeving um, hvussu teir kunnu gagnnýta henda møguleikan. Við at kanna bygningin og streymnýtsluna ber til at meta um framleiðslu, kostnað og sparing. Tað gevur kundanum eitt ítøkiligt grundarlag at taka avgerð út frá.

HITI hevur longu gjørt nógv sólorkuanlegg, sum hava roynst sera væl í føroyskum viðurskiftum.

Sólorka riggar eisini í Føroyum

Sólpanel gagnnýta bæði beinleiðis sólarljós og dagsljósið, sum sleppur ígjøgnum skýggini. Tí kunnu tey eisini framleiða streym á skýggjaðum døgum. Tað er ein greiður fyrimunur í Føroyum, og teir longu, ljósu dagarnir um várið og summarið geva harumframt nógvar tímar at gagnnýta sólorkuna.

Sólorka verður longu gagnnýtt kring landið. Sambært SEV framleiddu sólorkuverk hjá privatum fyritøkum og húsarhaldum tilsamans slakar 388.000 kilowattímar í 2025. Sólorkan kann samstundis vera eitt gott ískoyti til føroysku elframleiðsluna í summarmánaðunum, tá ið ofta er minni til av vindi og regni.

Virði í bæði egnari nýtslu og yvirskoti

Tá ið streymurin frá panelunum verður brúktur í húsinum, minkar tørvurin á at keypa streym av netinum. Tað, sum húsarhaldið ella fyritøkan ikki brúkar av framleiðsluni í løtuni, verður selt inn á netið hjá SEV eftir galdandi treytum. Kundin fær sostatt eisini fíggjarligt gagn av yvirskotsstreyminum. Í februar í ár hækkaði avrokningarprísurin fyri sólorku, og tað hevur gjørt søluna av yvirskotsstreymi meira áhugaverda.

Fíggjarligi ágóðin veldst tí bæði um, hvussu nógv skipanin framleiðir, og hvussu streymurin verður nýttur og avroknaður. Fyri fyritøkur við stórari nýtslu um dagin kann ein fyrimunur vera, at sólpanelini framleiða, meðan arbeiðið er í gongd. Hjá húsarhaldum kann tað gera mun at flyta nakað av nýtsluni til ljósu tímarnar.

Fá meira burtur úr streyminum

HITI nýtir millum annað invertarar frá SMA, sum umseta streymin frá panelunum, so hann kann brúkast í bygninginum og latast inn á elnetið. Við yvirlitinum í SMA-skipanini ber til at fylgja framleiðslu og nýtslu og síggja, hvussu orkan verður gagnnýtt.

Við Sunny Home Manager 2.0 og hóskandi útgerð ber eisini til at laga partar av nýtsluni eftir sólorkuframleiðsluni. Skipanin kann taka hædd fyri nýtslumynstri og veðurforsøgn og til dømis hjálpa við at løða elbilin ella seta hitapumpuna í gongd, tá ið egin sólorka er tøk.

SMA-skipanin arbeiðir eisini sera væl saman við Vaillant-hitapumpunum, sum HITI veitir. Við røttu stýringini kann hitapumpan gagnnýta sólorkuna til upphiting og heitt vatn, tá ið panelini framleiða. Soleiðis verða sólpanel og hitapumpa partar av einari samlaðari orkuloysn, sum hjálpir kundanum at fáa meira burtur úr egnu framleiðsluni.

Takið og nýtslan avgera loysnina

Støddin á takinum, hvønn veg tað vendir, og um skuggi fellur á tað, hava týdning fyri framleiðsluna. Í føroyska veðurlagnum er eisini avgerandi, at festini og uppsetingin hóska til takslagið og vindálagið á staðnum. Ein haldgóð loysn krevur, at panel, festir og elútgerð verða vald og sett saman til júst hesi viðurskifti.

Tí byrjar arbeiðið hjá HITI við at finna røttu støddina á skipanini og gera eina meting av, hvat kundin kann vænta at fáa burtur úr íløguni. HITI samskipar loysnina frá ráðgeving og tilboði til uppseting og neyðuga samskiftið við elinnleggjara og SEV.

Hvat kann títt tak framleiða?

HITI bjóðar ókeypis og óbindandi ráðgeving til bæði húsarhald og vinnu. Við einari meting av takinum og streymnýtsluni ber til at fáa eitt ítøkiligt boð upp á, hvussu nógv sólpanel kunnu framleiða, hvat ein loysn kostar, og hvussu hon kann ávirka elrokningina.

Ring á 89 17 17, skriva til [email protected] ella kom inn á gólvið á Karlamagnusarbreyt 4 í Hoyvík og fá eitt prát um møguleikarnar á tínum taki.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

17 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

47 minuttir síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

57 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

1 tími síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

2 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: USA hev­ur lop­ið á iranska oyggj í Hor­muz­sundi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: FSF tíðindafundur

10 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður

11 tímar síðan
Tíðindi

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan
Tíðindi

Før­oya­r skulu hava veru­liga á­virk­an á verju­polit­isk­ar avgerðir

12 tímar síðan
Tíðindi

Apple sel­ur meira enn vænt­að – ser­liga i­Phone gong­ur væl

12 tímar síðan