Spurningurin um føroyskt ræði á løgregluni verður á skránni, tá uttanlandsnevnd Løgtingsins kemur saman í morgin, mikudagin 4. november.
Fundurin byrjar klokkan 11. Klokkan 11.10 eru Kári Thorsteinsson, sýslumaður fyri norðurøkið, og Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, innkallaðir at hitta nevndina.
Teir eru innkallaðir í sambandi við viðgerðina av uppskotinum um at broyta ræðislógina, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan kunnu takast undir føroyskt ræði.
Norðurlendskt og útnorðurlendskt samstarv verður eisini viðgjørt á fundinum.
Á skránni eru tvey uppskot til samtyktar um tilráðingar frá ávikavist Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum í 2025. Við uppskotunum fylgja eisini frágreiðingar um virksemið hjá báðum ráðunum í fjør.
Í hesum sambandi er Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum og samstarvsráðharri, innkallaður á fund klokkan 11.30.