info
Ongi úrslit
© European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery
Fylgisveinamynd frá 19. oktober 2026 vísir Koroneia-vatnið í Norðurgrikkalandi. Stór øki av vatnbotninum eru komin undan, meðan vatn sæst í landsynninginum.

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

Koroneia-vatnið er nú bara umleið seks prosent av støddini, tað hevði í 1984. Ein nýggj fylgisveinamynd vísir stór øki við turrum vatnbotni.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 11:49

Koroneia-vatnið nærhendis Thessaloniki í Norðurgrikkalandi er minkað úr 42,8 ferkilometrum í 1984 niður í umleið 2,7 ferkilometrar í ár. Eftir er sostatt bara umleið seks prosent av vatnflatuni, sum var fyri 42 árum síðani.

Tað skrivar evropeiska Copernicus-skipanin við tølum frá tjóðarstjørnustøðini í Athen. Koroneia var einaferð fimtstørsta vatnið í Grikkalandi og er partur av einum friðaðum vátlendi.

Ein mynd, sum Sentinel-2 fylgisveinurin tók 19. oktober, vísir, at stórir partar av vatnbotninum eru komnir undan. Bert í landsynninginum er framvegis grønligt vatn at síggja.

Regnið í økinum, sum veitir vatn til Koroneia, hevur sambært grikska miðstøðini fyri lívlendi og vátlendi verið umleið 400 millimetrar um árið í minst fimm ár. Tað eru umleið 150 millimetrar minni enn miðaltalið í undanfarnu áratíggjunum.

Fylgisveinamyndirnar gera tað møguligt at fylgja við, hvussu vatnflatan broytist, og kunnu nýtast til at meta um turk og umsita vatntilfeingi.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

13 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

18 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

36 minuttir síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

1 tími síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

3 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

4 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

4 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: USA hev­ur lop­ið á iranska oyggj í Hor­muz­sundi

8 tímar síðan