info
Ongi úrslit

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

Hin 10. septembur 2026 skrivar Johnhard Hammer lesarabræv á dimma.fo, har hann leggur eftir einum embætismanni í Mentamálaráðnum, sum hevur orðað eitt lógaruppskot um at broyta lógina um miðlastuðul. Tað haldi eg ikki vera rímiligt.

Bárður á Lakjuni
20. september 2026 kl. 22:04

Embætisfólk orða uppskot eftir boðum frá politisku skipanini. Tey gera ikki av, hvussu miðlastuðulin skal skipast, hvørji endamál skulu raðfestast, ella hvussu stuðulin skal býtast millum ymiskar miðlaskipanir. Tey gera einans tað, sum embætisverkið skal gera – nevniliga: At umseta politisk ynski til lógartekst.

Politiska skipanin hevur ábyrgdina

Hetta man vera á leið sjeynda ella áttanda útgávan av einum lógaruppskoti um miðlastuðul, sum er orðað seinastu árini. Ferð eftir ferð eru nýggj uppskot gjørd, tí politiska skipanin ikki hevur verið samd um, hvussu stuðulin skal býtast millum t.d. nýmenning, íverksetan, lønir, rakstur ella onnur endamál. Spurningarnir hava verið nógvir, og politisku ynskini hava verið sera ymisk.

Seinasta uppskotið, sum varð lagt fyri Løgtingið, ásetti, at 70 prosent av játtanini skuldu latast sum rakstrarstuðul, meðan 30 prosent skuldu brúkast til at seta ein nýggjan miðil á stovn. Síðan kom løgtingsvalið, uppskotið fall burtur, nýggj samgonga varð skipað, og nú fyriliggur eitt uppskot til hoyringar, sum sigur, at 90 prosent skulu latast sum rakstrarstuðul og 10 prosent sum staðbundin stuðul. Tað er politiska skipanin, sum hevur ábyrgdina av hesum raðfestingum - ikki embætisfólkini.

Embætisfólk skulu ikki gerast syndabukkar

Embætisfólk hava hvørki heimild ella uppgávu at gera miðlapolitikk. Tey skulu ráðgeva, lýsa avleiðingar og orða lógaruppskot eftir teimum politisku boðum, tey fáa. Tað er ein grundleggjandi partur av okkara fólkaræði, at politiska ábyrgdin ikki verður løgd á embætisverkið, tá politikarar sjálvir hava biðið um eitt ávíst arbeiði. Tí skal eitt embætisfólk ikki gerast til syndabukk, bara tí tað hevur gjørt sítt arbeiði.

Hvør tekur avgerð um miðlastuðul?

Johnhard Hammer leggur ein ávísan embætismann í Mentamálaráðnum undir ikki at vilja rinda verkætlanarstuðul út. Men skipanin virkar heilt einfalt ikki soleiðis. Sambært § 5, stk. 1 í miðlastuðulslógini er tað Miðlastuðulsnevndin, sum tekur endaligar fyrisitingarligar avgerðir um miðlastuðul. Avgerðir nevndarinnar kunnu ikki kærast til Mentamálaráðið. Hetta er júst ein armslongdarregla, sum skal tryggja, at ráðið og politiska skipanin ikki taka avgerðir í einstøkum málum um miðlastuðul. Mentamálaráðið hevur eitt tekniskt skrivstovuhald fyri nevndina um hendi og syrgir fyri, at stuðulin verður útgoldin, tá ið boð koma um tað frá Miðlastuðulsnevndini. Ráðið tekur als ikki avgerðir um, hvør fær stuðul, hvussu nógv, ella nær stuðul skal veitast.

Miðlastuðulin er eitt politiskt mál

Tær útreiðslurnar, sum Johnhard Hammer nevnir í lesarabrævi sínum, fara eftir nýggja uppskotinum helst at kunna fáa rakstrarstuðul, tí 90 prosent av játtanini verða sett av til júst tað endamálið. Hvussu stórur partur av miðlastuðlinum eigur at fara til bløð, útbering, talgildar miðlar, nýmenning ella onnur endamál, ja, tað er púra vist eitt viðkomandi kjak. Tað er tó politiska skipanin, sum skal taka støðu til, hvussu miðlastuðulin skal skipast. Tað er ikki embætisverkið, sum tekur ta avgerðina, og tað er tí heldur ikki rætt at leggja ábyrgdina á einstøk embætisfólk, sum einans taka ímóti boðum frá politisku skipanini.

Borgarar hava møguleika at biðja um fundir við landsstýrisfólk, gera viðmerkingar til lógaruppskot, og kunnu teir eisini verða bodnir á fund hjá viðkomandi løgtingsnevnd. Alt hetta kann røkkast uttan at kasta ábyrgdina á embætisfólk. Ábyrgdin fyri politiska innihaldinum liggur hjá okkum, sum eru vald at stýra landinum.

Bárður á Lakjuni

Landsstýrismaður í mentamálum

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SMS: EB vann annan dystin á rað

11 minuttir síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

42 minuttir síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

51 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

1 tími síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

2 tímar síðan
Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

3 tímar síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

3 tímar síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

5 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

5 tímar síðan