Í svarinum verður upplýst, at flestu tvískattaavtalurnar, sum Danmark hevur við onnur lond, hava eitt fyrivarni, sum ger tað møguligt at víðka um avtaluna, so hon eisini fevnir um Føroyar.
Danmark hevur í dag tvískattaavtalur við á leið 80 lond, meðan Føroyar bert hava 12 tvískattaavtalur. Møguleikin at knýta Føroyar upp í fleiri av teimum donsku avtalunum, kann tí fáa stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur og starvsfólk, sum arbeiða á altjóða marknaðinum.
“Javnan siga loysingarflokkarnir, at Ríkisfelagsskapurin læsir dyrnar út í heim. Men nú er enn einaferð staðfest, at Ríkisfelagsskapurin gevur okkum atgongd til avtalur, sum annars høvdu verið torførar at fingið upp í lag,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Tvískattaavtalur hava stóran týdning fyri tænastuvinnuna. Tær tryggja, at fyritøkur og starvsfólk ikki verða rakt av óneyðugari dupultskatting, tá arbeiðið fer fram tvørtur um landamørk. Tær eru tí ein týðandi fortreyt fyri eitt nú handilsflotan og tænastuvinnuna. Ofta sigast tær vera eins týdningarmiklar, sum handilsavtalur eru fyri fiski- og alivinnuna.
Vinnan hevur fleiri ferð víst á, at vantandi tvískattaavtalur eru ein forðing fyri vøkstri. Føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, men tað finnast dømi uppá, at føroyskar fyritøkur hava mist uppgávur, tí tær og starvsfólk teirra skulu rinda ein hægri skatt enn kappingarneytarnir úti í heimi.
“Tað hevur víst seg at vera torført hjá Føroyum at gera sjálvstøðugar tvískattaavtalur við onnur lond. Tað krevur bæði tíð, orku og umsiting. Tí gleðist eg um, at endiliga er staðfest, at Føroyar kunnu knýtast upp í donsku tvískattaavtalurnar. Hetta kann í veruleikanum geva føroyskum vinnulívi nógv fleiri vakstrarmøguleikar,” sigur Anna Falkenberg, og vísir á, at Føroyar eiga at gagnnýta stórrakstrarfyrimunirnar í Ríkisfelagsskapinum.
Hon leggur afturat, at júst sum við WTO-málinum so vísir hetta, at Føroyar hava nógvar møguleikar at virka úti í heimi innanfyri Ríkisfelagsskapin.
Tað sum krevst, fyri at Føroyar verða knýttar upp í donsku tvískattaavtalurnar, er at landsstýrið sendir eina umbøn til danska uttanríkisráðið. Danska uttanríkisráðið samskiftir síðani við avvarðandi land, um at tvískattaavtalan skal vera galdandi fyri Føroyar eisini.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi