info
Ongi úrslit

Næstan allir skúlar við í átakinum »SkíggjaSunn«

Aftur í ár verður átakið SkíggjaSunn, og undirtøkan er støðugt vaksandi.  Í ár eru at kalla allir skúlar í Føroyum við – umframt kommunur og arbeiðspláss. Endamálið er at skapa tilvit um valdið, skíggjar hava fingið á okkum, og hvussu vit kunnu finna betri javnvág millum skíggjanýtslu og nærveru

Eirikur Lindenskov
7. oktober 2026 kl. 10:58

Tíðindaskriv:

Um tú skalt svara heilt erliga: elvir telefonin so til nærveru ella fráveru í tínum lívi? Nýtir tú skíggjan til at fáa samband við onnur – ella endar tað ofta við, at tú missir dýrabarar løtur við at skrolla í endaleysa floyminum av óviðkomandi kunning, sum skíggin støðugt hevur at bjóða?

Gloymir tú viðhvørt at hyggja upp – og vera saman við teimum, sum eru kring teg?

Um svarið er ja, er tað ikki so løgið. Við øllum snildum royna tøknifyritøkurnar nevniliga at fáa so nógv av tíni tíð, sum gjørligt. Men meira tíð til skíggjan merkir minni tíð til veruliga samveru. Til svøvn. Til at geva heilanum frið at arbeiða. Og tað hevur fylgjur.

Víst er tøknin snild og hent – og hon er avgjørt komin fyri at vera. Men vit mugu altíð miðja eftir at nýta tøknina – heldur enn at misnýta hana.

Júst hetta er endamálið við SkíggjaSunn og Nærveruvikuni. 

Skapa tilvit og mótrák
Í viku 43 leggja vit við átakinum SkíggjaSunn dent á mongu fylgjurnar, sum standast av stóru skíggjanýtsluni. Eitt nú minkandi evni at hugsavna okkum, málsligir trupulleikar, einsemi, tunglyndi og skúlaaftran. Vit síggja bundinskap, ávirkan á fólkaræðið við ekkókømurum, trøllum, falstíðindum og vánaligum kjaksiði. Vit síggja talgild lógarbrot, trupulleikar av vitlíki – ja, listin við avleiðingum er langur.

Í viku 44 seta vit síðani nærveru á breddan við Nærveruvikuni, tá ið vit leggja skíggjarnar til viks, hyggja upp og eru saman. Vit kunnu leita fram spøl, ljóðføri, bøkur. Vit kunnu vitja hvønn annan, ganga túrar ella gera eitthvørt handaligt. Vit kunnu bjóða okkum sjálvum og hvørjum øðrum av og nýta skíggjarnar sum minst.

Betri Trygging samskipar átakið og fer longu frá komandi viku at leggja kunning út um skíggjanýtslu og fylgjur av skíggjamisnýtslu. Skúlar og arbeiðspláss fáa plakatir við góðum áminningum um skíggjanýtslu og vit fara at fáa áheitanir frá kendum føroyingum um at leggja telefonina til viks – í øllum førum, tá ið vit eru saman við øðrum.

Einasti máti at fáa bilbukt við misnýtsluna er, um vit øll leggja dent á hetta stóra og trupla evnið í senn. Frá 12. oktober til 1. november seta umleið 10.000 føroyingar fokus á evnið í senn  - og øll eru vælkomin við.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kloakkir í Útibø skulu dagførast

2 tímar síðan
Tíðindi

Støkk-inn koppseting á Sandi í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Barnagarður verður víðkaður við einari eind

2 tímar síðan
Tíðindi

Einki aldurs­mark og eing­in há­marks­ferð fyri el-súkklur

3 tímar síðan
Tíðindi

Barna- og ungdómstannrøkt tryggjað í fimm ár afturat

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Fíggjarlógarorðaskiftið um inntøkur útreiðsluvøkstur og tilfeingisgjøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Kunning um Juvel II - mikukvøldið kl. 20

3 tímar síðan
Tíðindi

Ruskposarnir á Sandoynni verða heintaðir í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Gjørdi grovt herverk á sjálva politistøðina í Havn

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku vann greiðan sigur á heimavølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsóhapp í Hósvík: Fekk hondina undir eina sag

5 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarlóg upp á góð­ar 8 milli­ard­ir til fyrstu við­gerð í dag

5 tímar síðan