Átta dystir vóru leiktir í Nations League í kvøld.
Í bólki 1 vann Italia ein flottan 3-1 heimasigur á Fraklandi, og eru italiumenn nú fremstir í bólkinum. Í bólki 3 skrivaði Harry Kane søgu við at spæla landsdyst nummar 126 fyri Ongland, ið er met. Gamla metið átti málmanslegendan, Peter Shilton. Ongland vann 2-1 heimasigur á Kroatia. Harry Kane skoraði sigursmálið við einum brotssparki. Í sama bólki vann Spania fimta sigurin á rað. Hesaferð við 2-0 útisigri á Kekkia.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir, umframt støðurnar:
Deild A - bólkur 1:
Italia-Frakland 3-1 (1-1)
0-1 Michael Olise ('10 )
1-1 Pio Esposito ('26 )
2-1 Davide Frattesi ('63 )
3-1 Pio Esposito, br. ('75 )
Turkaland-Belgia 1-2 (1-0)
1-0 Arda Guler ('20 )
1-1 Kevin De Bruyne ('27 )
1-2 Charles De Ketelaere ('30 )
Italia og Frakland hava 10 stig hvør. Belgia hevur níggju stig, meðan Turkaland einki stig hevur.
Sunnukvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis í sætta og seinasta umfarinum: Frakland-Turkland og Belgia-Italia. Tvey tey fremstu liðini vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
Deild A - bólkur 3:
Ongland-Kroatia 2-1 (1-0)
1-0 Morgan Rogers ('24 )
1-1 Petar Sucic ('59 )
2-1 Harry Kane, br. ('64 )
Kekkia-Spania 0-2 (0-1)
0-1 Alex Baena, br. ('39 )
0-2 Marc Pubill ('90 )
Spania er fremst við 15 stigum og Ongland er næstfremst við 12 stigum. Tey hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. Kroatia hevur trý stig, meðan Kekkia einki stig hevur.
Sunnukvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Spania-Ongland og Kroatia-Kekkia.
---
Deild C - bólkur 1:
Albania-Finnland 2-0 (1-0)
1-0 Ernest Muci ('35 )
2-0 Rey Manaj ('50 )
San Marino-Belarus 0-2 (0-2)
0-1 Kirill Gomanov ('13 )
0-2 Artem Kontsevoy ('17 )
Albania hevur 12 stig og Belarus hevur 10 stig. Finnland hevur sjey stig, og San Marino er aftast við ongum stigi.
Sunnudagin klokkan 17 verður leikt soleiðis: Finnland-San Marino og Belarus-Albania.
Deild C - bólkur 2:
Montenegro-Lettland 2-1 (0-0)
1-0 Nikola Krstovic ('70 )
1-1 Deniss Melniks ('72 )
2-1 Aleksa Maras ('90 )
Armenia-Kýpros 1-1 (0-1)
0-1 Iasonas Pikis ('9 )
1-1 Artur Gharibyan ('58 )
Montenegro hevur 13 stig, og teir hava vunnið bólkin. Kýpros hevur átta stig og Armenia hevur fimm stig. Lettland hevur eitt stig á aftasta plássinum.
Sunnudagin klokkan 14 verður leikt soleiðis: Kýpros-Montenegro og Lettland-Armenia.