info
Ongi úrslit
© Omar Vega/Ritzau Scanpix
Mauricio Pochettino hevur verið landsliðsvenjari hjá USA síðani september 2024. Nú tekur hann við sum venjari hjá Manchester United. (Savnsmynd)

Pochettino tekur við í Manchester United

Mauricio Pochettino gevst sum amerikanskur landsliðsvenjari og tekur við eftir Michael Carrick. Fyrsti dysturin hjá honum verður móti Liverpool.

Eirikur Lindenskov
13. november 2026 kl. 12:18

Manchester United kunngjørdi fríggjadagin, at 54 ára gamli argentinin Mauricio Pochettino verður nýggjur venjari hjá felagnum. Hann tekur við 18. november, upplýsir felagið sambært Ritzau.

Michael Carrick varð koyrdur hósdagin eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Manchester United hevur bert vunnið ein dyst í fyrstu tíggju umførunum og liggur undir niðurflytingarstrikuni í Premier League.

Pochettino hevur verið landsliðsvenjari hjá USA síðani september 2024. Hann stendur framvegis á odda fyri liðnum í báðum Nations League-dystunum móti Haiti, áðrenn hann fer til Manchester. Fyrsta uppgávan hjá honum í nýggja starvinum verður dysturin móti arvafíggindanum Liverpool.

Førdi Tottenham í Champions League-finaluna

Pochettino hevur áður vant Southampton, Tottenham og Chelsea í Premier League. Hann tók við í Tottenham í 2014 og førdi felagið í Champions League-finaluna í 2019 við Harry Kane og Christian Eriksen sum lykilspælarum.

Eftir tíðina í Tottenham vandi hann Paris Saint-Germain og Chelsea, áðrenn hann tók við amerikanska landsliðnum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atli: Fara fyrst og fremst eftir avrikinum (VIDEO)

3 minuttir síðan
Tíðindi

Hagen Vinter við vetrarútgávu

33 minuttir síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard vil viðgera rundkoyring á Strondum

1 tími síðan
Tíðindi

Iran lopið á amerikanskan radara í Bahrain

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er norski hópurin Føroyar møta 26. november

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fara at gera felags verjuavtalu

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

5 tímar síðan
Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

6 tímar síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

6 tímar síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

6 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia hevur eina greiða favorittstøðu

7 tímar síðan