info
Ongi úrslit

Víkingur skrivar undir við B68 spælara

Aftur í kvøld er søgan, at ein spælari flytur úr B68 og til annað felag

Jóannes Hansen
12. november 2026 kl. 19:22

Hurðin gongur títt í ítróttahúsinum í Sarpugerði, og hon gongur eisini títt í ítróttahúsinum á Svangaskarði.

Í Sarpugerði er ferðslan inn í felagið, og á Svangaskarði er talan um spælarar, sum flyta úr felagnum.

Í kvøld boðar Víkingur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Sebastian Lau Nielsen, sum seinastu fimm árini hevur umboðað B68. Hetta er fjórði spælarin, sum skrivar undir sáttmála við Víking í hesi vikuni. Hinir eru Jónas Prior, Jóhan Josephsen og Martin Johansen.

Sebastian Lau Nielsen hevur sambært FaroeSoccer spælt 120 landskappingardystir í Meistaradeildini og skorað 22 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 12 dystir og skorað tvey mál.

Sebastian Lau Nielsen er triði spælarin í hesi vikuni, sum spældi við B68 í ár, og sum nú fer at spæla við øðrum felag. Hinir eru Marjus Nón, sum fer at spæla við Skála ÍF og Fríði í Túni Petersen, sum nú fer at spæla við AB.

Í Sebastiani fáa vit ein hartarbeiðandi og orkuríkan leikara, ið fyri tað mesta spælir á framrættaðu plássunum, skrivar Víkingur í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Marra heldur fram har Dreymsótt endaði: Nýggj skaldsøga eftir Rakel Helmsdal.

31 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparar fingið prógv

37 minuttir síðan
Tíðindi

Stovnandi aðalfundur fyri fólk, ið hava lungnasjúku og avvarðandi teirra

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómshús leigar Padelhøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórabretland vil revsa Russland harðari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kann søkjast um orkuískoyti

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

4 tímar síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

4 tímar síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

5 tímar síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

5 tímar síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

5 tímar síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

6 tímar síðan