Í kvøld klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Košická Futbalová Aréna í Košice í Slovakia. Dómari í Nations League dystinum millum Slovakia og Føroyar verður Mohammad Al-Emara úr Finnlandi.
Stadion er frá 2022 og var heilt liðugt í 2024. Tað er pláss fyri 12.555 á nýggja og modernaða stadion, og tað verður fram ímóti at vera fullsett í kvøld. Tað verður sagt frá 3-5 hitastigum, lítil og eingin vindur og millum lítið og einki avfall.
Allir spælararnir eru tøkir. Seinastu ferðirnar hevur Mattias H. Lamhauge verið málverji, og í miðverjuni hava verið Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Tað er upplagt, at allir hesir vera á vøllinum frá fyrsta bríksli í kvøld, og harvið verður Samuel Johansen Chukwudi, sum er fastur maður í bestu deildini í Eysturríki, millum teir á beinkinum.
Jóannes K. Danielsen er mest sum fastur vongverji í høgru. Í ár hevur tað verið kapping um vongverjan í vinstru. Martin Agnarsson hevur fyri tað mesta verið frammanfyri Viljorm Davidsen. Í kvøld er Martin Agnarsson leikbannaður, og tí er tað upplagt, at Viljormur Davidsen verður vongverji í vinstru. Hetta verður 97. ferðin, at 35 ára gamli Viljormur Davidsen síðani 2013 fer at umboða føðilandið.
Jóan Símun Edmundsson, sum tað mesta av hesum árinum hevur verið og framvegis er skaddur, eigur landsliðsmetið. Hann hevur spælt 99 landsdystir.
Stóri spurningurin er, hvør í kvøld verður undir liðini á Géza Dávid Turi á sentrala miðvøllinum. Tað hevur landsliðsvenjarin tikið støðu til. Mest sannlíkt verður tað Jákup Biskopstø, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hin møguleikin er Jóannes Bjartalíð, sum stóð seg væl, tá ið hann í 2-2 dystinum í Kasakstan var undir liðini á Géza Dávid Turi.
Jóannes Bjartalíð og Jákup Biskopstø eru vinmenn. Teir vóru í nógv ár liðfelagar í KÍ, áðrenn Jóannes fór av landinum at royna seg sum fótbóltsspælari.
30 ára gamli Jóannes Bjartalíð hevur síðani 2019 spælt 46 landsdystir, og 28 ára gamli Jákup Biskopstø hevur síðani 2020 spælt 35 landsdystir.
Áki D. Samuelsen og Hanus Sørensen hava av álvara tikið framrættaðu plássini í borðunum, og í løtuni er føroyameistarin og toppskjúttin í Meistaradeildini Petur Knudsen mest sum sjálvskrivaður fremsti maður.