info
Ongi úrslit

Nei el er ikki luksus

Helgi Abrahamsen
21. september 2022 kl. 11:18

“El er ikki luksus,” skrivar Beinta Løwe í eini blaðgrein í dag – og rætt er tað.

Men so skrivar hon eisini, at í dag eiga allir føroyingar SEV, men at samgongan hevur aðrar ætlanir. – Altso samgongan ætlar at føroyingar skulu ikki longur eiga SEV.

Síðani kemur hon við eini ávaring um, at verður SEV privatiserað, so fer prísurin at hækka, og hon vísir á støðuna í Bretlandi sum ræðumynd. Har verður, sambært Beintu, tosað um, at fólk fara ikki at hava ráð at hita sær húsini ella hava køliskáp tendraði í vetur. – Hetta er altso støðan, sum hon roynir at fáa føroyingar at skilja, at samgongan eisini ynskir fyri Føroyar.

Eingin ætlan um at privatisera SEV

Lat meg sláa fast, at tað er eingin ætlan í samgonguni um at privatisera SEV. Men í sambandi við umleggingina til grøna orku skulu rættiliga stórar íløgur gerast. Tær íløgurnar, saman við hækkaða oljuprísinum, eru orsøk til, at SEV nú ætlar at hækka elprísirnar í Føroyum.

Fyri at fáa orkuskiftið framt, er neyðugt at onnur eisini eru við í útbyggingini. Tí hevur landsstýrið arbeitt við at fáa fult gjøgnumskygni, soleiðis at greiður skilnaður er millum tann partin sum eigur netið (monopolið) og framleiðslupartin, sum er í kapping við aðrar veitarar. Vit tosa altso ikki um at taka nakað av tí verandi frá SEV, men vilja hava greiðan skilna á tí nýggja sum kemur afturat.

Bara í summar eru tvær nýggjar, privatar vindmyllulundir reistar, og hesar fara at veita SEV munandi bíligari orku, enn verandi oljuverk kunnu útvega. Men fokusið hjá stóru andstøðuflokkunum á tingi hevur bara verið á tann partin av framleiðsluni, sum SEV í verandi løtu ikki klárar at taka ímóti.

Jú har fer nakað av orku til spillis í útbyggingarfasuni – tí slepst ikki undan. Men hóast hetta, so ávirka nýggju vindmyllurnar prísin nógv tann rætta vegin, umframt at tær minka um CO2 útlátið. Tí áttu stóru andstøðuflokkarnir at fegnast um tað sum hendir, heldur enn at ávara føroyingar um, at nú mugu tey skjótt sløkkja bæði hita og køliskáp.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

23 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

IOC letur ikki hurðina upp fyri ÍSF

24 minuttir síðan
Tíðindi

Nógv spennandi á skránni í Tórsgøtu

41 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard vil kanna reglur um kappbjóðing við húsasølu

52 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað er møguleiki fyri stórum landsdysti langafríggjadag á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi

Níggju fólk druknaðu í Noregi í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Norskur kalvaalari ætlar at útvega 140 milliónir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Berlin til stóran toppfund um Ukraina

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðhald frá kommunala eftirlitinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Samstarvsskjal við Bretland verður undirritað í komandi viku

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein stuttsøga um Flemish Kap

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur

4 tímar síðan