Ítróttarsamband Føroya skrivar:
Føroysku hondbóltslandsliðini sleppa ikki at kappast, hóast tey spæla seg til olympiskar kappingar í 2028.
Tað er niðurstøðan í svarinum frá IOC til ÍSF. Altjóða hondbóltssambandið IHF fer heldur ikki at gera meira við málið.
Orsøkin er ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og hevur einki við ítrótt og ÍSF at gera. Seinastu 30 árini hevur IOC sum privatur felagsskapur formliga kravt, at tað bara eru olympiskar nevndir úr sjálvstøðugum londum, sum altjóða samfelagið hevur viðurkent, ið kunnu luttaka í olympiskum kappingum. Tað vil stórt sæð siga, at bara lond, sum eru limir í Sameindu Tjóðum, kunnu fáa viðurkenning.
Á fundi millum umboð fyri IOC og ÍSF í Lausanne tann 10. november var staðfest, at heldur ikki í hesum føri verður vikið frá hesum kravinum. Ein avgerð, sum ÍSF harðliga mótmælir.
Uttan fordømi
Høvuðsorsøkin til, at ÍSF í summar aftur setti ferð á arbeiðið at fáa viðurkenning í IOC, var, at føroysku hondbóltslandsliðini kunnu skjótt spæla seg til eina olympiska kapping – um ikki til olympisku summarleikirnar, so til undankappingina til OL.
Ítróttaliga er hendan støðan so sjáldsom, at einki sambæriligt fordømi er fyri, hvussu farið verður fram í málum av hesum slag. Einki landslið, sum ikki hevur olympiska viðurkenning, hevur fyrr spælt seg í eina olympiska kapping. Í øllum førum ikki undir teimum olympisku reglunum, sum hava verið galdandi seinastu 30 árini.
Av tí sama er hetta eitt mál, sum ÍSF sjálvandi vildi kanna nærri og royna at ávirka.
Útgangsstøðið hjá IOC hevur altíð verið, at føroysk ítróttafólk ikki eru forðað at kappast í OL, tí føroyingar kunnu sum danskir ríkisborgarar luttaka á donskum OL-landsliðum. Tað var eisini við hesum grundarlagnum, at tað bar til hjá Páli Joensen sum einstaklingi at svimja fyri Danmark undir OL í 2012 og 2016, hóast hann svam fyri Føroyar í evropameistarakappingum og heimsmeistarakappingum.
Í liðítrótti ber hetta hinvegin ikki til. Serliga ikki, tá Danmark er við í somu olympisku kapping. Tvey landslið, sum hvør sær eru ein samlað eind, kunnu av góðum grundum ikki spæla á einum og sama liði.
Føroysku landsliðini standa tískil til at vera útihýst frá olympiskum kappingum av orsøkum, sum einki hava við ítrótt at gera, og tað heldur ÍSF hvørki vera rættvíst ella sakligt. IOC átti sjálvsagt í hesum føri at sett ítróttafólkini fremst, sum forsetin Kirsty Coventry og olympiska rørslan annars vanliga breggja sær av.
IOC og IHF hava nú bæði boðað frá, at góðu føroysku hondbóltsúrslitini ikki fara at hava við sær, at ÍSF fær olympiska viðurkenning, og serligt og sjálvstøðugt undantak verður heldur ikki latið føroysku hondbóltslandsliðunum. Hildið verður fast um, at olympiskar kappingar eru bara fyri tey, sum hava olympiska viðurkenning, og at ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark forða føroyskum ítróttafólkum at kappast undir egnum flaggi.
Tað vil siga, at spæla Føroyar seg til olympiska kapping í 2028, so verður plássið ístaðin latið næsta liðnum í røðini.
Men tað verður lagt afturat, at skuldi tað komið fyri, at Føroyar spæla seg í olympiska kapping, samstundis sum Danmark ikki ger tað, so fáa Føroyar høvið til at kappast – undir donskum flaggi og donskum tjóðsangi og í donskum spælibúnum. Tað fara ÍSF og HSF sjálvsagt ikki at góðtaka.
Umsóknin frá 1984
ÍSF hevur í drúgva tíð bankað upp á dyrnar í IOC.
Tað eru nú 42 ár liðin, síðan Olympiska Nevnd Føroya vegna Ítróttasamband Føroya av fyrstan tíð fór undir arbeiðið at fáa viðurkenning í IOC, og ÍSF hevur aftur í hesum umfari borið fram, at viðgerðin av upprunaligu umsóknini úr Føroyum ikki er nøktandi og fullfíggjað.
Fyri í stuttum at taka samanum, so váttaði IOC fyri móttøku í mai 1984, men tað gekk striltið at viðgera umsóknina. IOC vendi við longri millumbilum aftur og bað um tillagingar í viðtøkunum fyri ÍSF. Tær vóru so tiknar til eftirtektar og samtyktar á aðalfundi.
Í mai 1990 – seks ár eftir, at umsóknin var latin inn – kom svar frá IOC, at viðtøkurnar samsvaraðu nú við treytirnar, sum vóru settar í olympiska sáttmálanum, og at føroyska umsóknin fór í næstum at vera løgd fyri limirnar at taka støðu til.
ÍSF leyk um hetta mundið treytirnar fyri upptøku. Eisini ríkisrættarliga. Í teimum galdandi reglunum í 1984 fevndi hugtakið ”country” í olympiska sáttmálanum eisini um landaøki og partar av landaøkjum, sum IOC eftir egnari meting kundi viðurkenna. Tað eru heldur ikki tvær meiningar um, at Føroyar altíð hava verið sjálvstøðug ítróttatjóð uttan danska uppíblanding, sum mongu føroysku limaskapirnir í evropeiskum og altjóða sersambondum vísa púra greitt.
Í áttatiárunum høvdu 10 lond, sum eru í líknandi ríkisrættarligu støðu sum Føroyar, fingið olympiska viðurkenning. Tey eru Bermuda (1936), Hong Kong (1951), Taivan (1960), Amerikansku Jomfrúoyggjarnar (1967), Caymanoyggjarnar (1976), Bretsku Jomfrúoyggjarnar (1982), Aruba (1986), Cookoyggjarnar (1986), Guam (1986) og Amerikanska Sámoa (1987).
Føroyskur ítróttur fekk eisini um somu tíð viðurkenning í øðrum olympiskum høpi. Síðan 1984 hevur Parasport Føroyar kappast í paralympisku leikunum sum sjálvstøðug ítróttatjóð og undir Merkinum.
Føroyska umsóknin í IOC var kortini ongantíð løgd fyri limirnar til støðutakan. Í staðin legði IOC í 1993 nýggjar politiskar treytir aftur at upprunaligu umsóknartreytunum og biðið var um skjalprógv fyri, at Føroyar vóru sjálvstøðugt land, sum altjóða samfelagið hevur viðurkent. Táttað var sostatt í hugtakið ”country” til bara at fevna um sjálvstøðug ríki. Grundgevingin var, at arbeitt var við broytingum í olympiska sáttmálanum, so bara olympiskar nevndir úr sjálvstøðugum londum kundu fáa olympiska viðurkenning. Hetta komst serliga av óstøðugu og spentu viðurskiftunum eystanfyri og í gamla Jugoslavia, har fleiri lond lýstu seg sjálvstøðug.
ÍSF mutaði ímóti, men lítið batti. Viðgerðin steðgaði har, og Gibraltar, Makao og Norðaru Mariuoyggjar komu í somu støðu sum Føroyar.
Í januar 2004 varð føroyska umsóknin dagførd við rúgvismiklum tilfari, har tað var víst á, at umsóknin frá 1984 átti at ganga eftir teimum treytum, sum vóru galdandi, tá ið umsóknin var latin inn. Somu sjónarmið vóru borin fram í 2015, tá ið táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, var á fundi við Thomas Bach, sum tá var forseti í IOC.
Gibraltar royndi málið
Ítróttasambandið í Gibraltar hevur somu fatan sum ÍSF og stevndi IOC fyri av órøttum at hava forðað teimum í at fáa olympiska viðurkenning. Gibraltar søkti um viðurkenning í 1990 og vildi hava rættarligan úrskurð um, at mismunur var gjørdur, og at IOC átti at lata umsóknina ganga eftir teimum reglunum, sum vóru galdandi, tá ið umsóknin var latin inn.
Rættarmálið var serliga viðkomandi fyri Føroyar, tí fekk Gibraltar viðhald, so hevði tað ivaleyst eisini havt við sær, at føroyska umsóknin hevði verið gingin á møti.
Endaligur dómur var sagdur í rættarskipanini í Sveis, har IOC hevur høvuðssætið, í februar 2012. Í heyst fekk ÍSF umsíðir fatur í úrskurðinum, sum er nærlisin saman við bæði føroyskari serfrøði og fraklendinginum Franck Latty, ið er ein av fremstu løgfrøðingum í altjóða og olympiskari ítróttalóg.
Dómurin staðfestir, at IOC hevði sum privatur felagsskapur sera víðar heimildir til at avgera, hvør kundi fáa olympiska viðurkenning eftir teimum gomlu reglunum. Støða verður ikki beinleiðis tikin til, um IOC eigur at leggja gomlu ella nýggju upptøkureglurnar til grund fyri viðgerð av umsóknum, sum komu inn undan broytingunum í 1996, men niðurstøðan er, at Gibraltar hevði ikki sjálvvirkandi krav um viðurkenning, hóast gomlu reglurnar verða lagdar til grund. Við øðrum orðum hevur IOC skyldu til at siga nei eftir teimum galdandi reglunum í dag, og heimild til at nokta fyri at viðurkenna Gibraltar eftir teimum gomlu reglunum. Tað vil so eisini siga, at IOC hevði kunnað viðurkent Gibraltar eftir teimum gomlu reglunum, um vilji var til tað.
IOC hevur hildið rimmarfast um løgfrøðiliga avgerðarrættin at viðgera allar umsóknir, sum ikki eru avgreiddar, eftir upptøkureglunum, sum hava verið galdandi síðan 1996.
Leggjast kann afturat, at Curaçao hevur sum sjálvstýrandi landaøki í suðurkaribiska havinum við stuðli úr Niðurlondum kravt at fáa olympisku viðurkenningina, sum fyrrverandi Niðurlendsku Antillurnar høvdu, men tað var uttan úrslit. Eisini Makao, sum søkti í 1989, hevur við undirtøku frá kinesisku stjórnini ført síni sjónarmið fram, men tað hevur heldur einki broytt.
Viðgerðin av føroysku umsóknini hevur onkur frávik, samanborið við gibraltarisku umsóknina. ÍSF søkti upprunaliga í 1984, sum er áðrenn, at Aruba, Guam, Cookoyggjarnar og Amerikanska Sámóa fingu olympiska viðurkenning. Tey eru seinastu sjálvstýrandi økini, ið ikki eru sjálvstøðug lond, sum sluppu innum. Í rættarmálinum við Gibraltar sigur IOC seg hava broytt praksis í 1987, hóast upptøkureglurnar ikki vóru formliga broyttar fyrr enn í 1996.
IOC grundgevur í sama viðfangi fyri, at Gibraltar ikki hevði stuðul úr Bretlandi og Spania um at fáa sjálvstøðuga olympiska viðurkenning – á sama hátt, sum danska ítróttasambandið ikki stuðlaði føroysku umsóknini í áttatiárunum. Hetta er ein beinleiðis skeiv útlegging av føroysku umsóknini, tí ÍSF hevði í 1984 og hevur framvegis stuðul úr Danmark. ÍSF vísti eisini á hetta á fundinum við IOC tann 10. november.
Ítróttasambandið heldur fast við, at IOC eigur at viðgera føroysku umsóknina á røttum grundarlagi, eisini havandi í huga, at ÍSF søkti um viðurkenning, áðrenn IOC sigur seg hava broytt praksis í 1987.
ÍSF vil við
Ítróttasambandið Føroya heldur tað vera sera órímiligt, at eitt av heimsins bestu hondbóltslandsliðum stendur til at vera útihýst og ikki sleppur at kappast í heimsins mætastu ítróttakapping, hóast liðið á vøllinum livir upp til krøvini.
Tað eigur av røttum at elva til sjálvrannsakan í olympisku rørsluni, sum ger nógv burturúr at seta ítróttafólkini í miðdepilin. Tað hevur ÍSF gjørt greitt í munnligum og skrivligum samskifti við limir í IOC seinastu mánaðirnar – og fer eisini framhaldandi at gera tað.
Svarið er framvegis, at føroysk ítróttafólk eru vælkomin til at kappast undir føroyska flagginum, um Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðugt land. Og eftir stendur, at av ríkisrættarligum ávum skulu Føroyar ikki rokna við at kappast í olympiskum kappingum í 2028. Eisini hóast alt fer at ganga upp á stás hjá føroysku liðunum.
ÍSF heldur fleiri avbjóðingar vera við verandi støðu. Tað er órímiligt, at føroysk ítróttafólk ikki kunnu taka sín ítróttaliga samleika við til OL, sum tey annars kunnu kappast undir í evropameistarakappingum og heimsmeistaraskappingum. Og fyri føroysku landsliðini er tað ótolandi, at tey vera hildin uttan fyri olympisku kappingarnar.
Fyriuttan ríkisrættarligu støðuna, so er ikki nakað til hindurs fyri, at ÍSF sum ítróttasamband trínur inn í IOC. Tað er ein viðurkenning og ábyrgd, sum ÍSF vil hava og er til reiðar til. Við olympiskari viðurkenning høvdu øll sersambondini, sum av somu orsk framvegis ikki fáa altjóða limaskapir, sloppið framat beinanvegin, umframt at føroysk ítróttafólk høvdu fingið sjálvsagda rættin til at kappast í OL undir føroyskum flaggi.
Vegna IOC-arbeiðsbólkin,
Uni Holm Johannesen
GONGDIN Í MÁLINUM
1984 ÍSF sendir IOC umsókn um sjálvstøðuga olympiska viðurkenning
1985 IOC vendir aftur og biður um broytingar í viðtøkunum
1987 Eftir áralangt samskifti millum ÍSF og IOC eru viðtøkubroytingar samtyktar á aðalfundi í ÍSF
1990 ÍSF fær váttan fyri, at viðtøkurnar samsvara við olympisku grundlógina
1993 IOC biður ÍSF um skjalprógv fyri, at Føroyar eru sjálvstøðugt land, sum er viðurkent av altjóða samfelagnum
1996 Olympiski sáttmálin er formliga broyttur, so bara olympiskar nevndir úr sjálvstøðugum londum, sum eru viðurkend av altjóða samfelagnum, kunnu fáa viðurkenning
2004 ÍSF dagførir sína umsókn við stuðulsbrøvum frá øðrum norðurlondum og biður IOC viðgera føroysku umsóknina eftir reglunum, sum vóru galdandi, tá ið umsóknin var latin inn. IOC gongur hesum ikki á møti
2006 Brian Mikkelsen er sum danskur mentamálaráðharri á fundi við IOC við áheitan um at geva Føroyum og Grønlandi olympiska viðurkenning
2012 Pál Joensen fær serligt undantaksloyvi at svimja fyri Danmark til OL, og kann framvegis svimja undir Merkinum til EM og HM
2015 Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hittir Thomas Bach, forseta í IOC, á fundi í Lausanne. Ein arbeiðsbólkur verður settur at greina tilgongdina í sambandi við føroysku umsóknina frá 1984
2018 ÍSF ger aftur eina roynd at fáa olympiska viðurkenning, eisini við stuðli frá danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen, men Thomas Bach, forseti í IOC, sigur, at ongar ætlanir er um at loyva Føroyum at luttaka sum sjálvstøðug tjóð
2026 Formansskapurin í danska Fólkatinginum sendir IOC eina almenna áheitan um at geva Føroyum og Grønlandi olympiska viðurkenning, men hetta verður noktað
2026 IOC sýtir aftur fyri at viðgera føroysku umsóknina eftir teimum gomlu reglunum, og møguligt undantak verður heldur ikki latið føroysku hondbóltslandsliðunum til olympiskar kappingar
Upptøkutreytirnar í 1984:
The expression “country” wherever used in these Rules shall mean any country, state, territory or part of territory which in its absolute discretion is accepted by the IOC as constituting the area of jurisdiction of a recognised NOC.
Upptøkutreytirnar í 1996:
In the Olympic Charter, the expression “country” means an independent State recognized by the international community.