Amerikanska miðskeiðisvalið var ein politiskur jarðskjálvti. Donald Trump og republikanski flokkurin fingu ein søguligan frammaná frá veljarunum.
Demokratarnir fingu dyggan meirluta í Kongressini. Republikanski flokkurin misti sessir og vald í statum, har hann í áratíggju nærum hevur verið einaráðandi.
Men úrslitið snýr seg meira enn um Donald Trump. Tað er ein álvarslig ávaring til politikarar um allan heimin – eisini í Føroyum. Populisma kann vinna eitt val. Men populisma kann ikki stýra einum landi.
Annar veruleiki
Trump lovaði amerikanarunum eitt lív, sum eftir ánni - MAGA. Prísirnir skuldu lækka, búskapurin skuldi blóma, heimurin skuldi á knøini fyri USA, sameind skuldu kenna koyrilin, ”svikið” móti USA skuldi enda og vanligi amerikanarin skuldi fáa tað nógv betri. Og Trump skuldi sjálvsagt harumframt hava fríðarheiðursløn Nobels.
Men veruleikin gjørdist ein annar. USA hevur vaksandi almenna skuld upp á meira enn 40.000 milliardir dollarar. Hallið á amerikonsku fíggjarlógini um 2.000 milliardir dollarar í 2026, og bara rentuútreiðslurnar av almennu skuldini eru astronomiskar.
Samstundis stríðast milliónir av amerikanarum við at fáa til dagin og vegin. Prísirnir á mati og gerandisvørum eru hækkaðir, brennievni er metdýrt og hjá ungum amerikanarum er dreymurin um egnan bústað vorðin nærum ómøguligur.
Trump er meistari í sjálvpromovering og at skapa yvirskriftir. Dagliga megalomaniið, skammrósið, sensatiónirnar, útskamming, háðan, hóttanir og kvikk-fix loysnir. Men yvirskriftir gjalda ikki rokningar, og stór orð og breggj fáa ikki mat á borðið. Enn minni kammeratarí og korruptión.
Populisman
Fyri tveimum árum síðani vóru amerikanarar av góðum grundum illir inn á Biden og Demokratarnar, sum púrasta høvdu mist sambandið við vanliga løntakaran, eisini á virðisøkinum, har Dei, MeToo, BLM, LGBTQ+ og WOKE vóru vøllurin undir sokallaða progressiva ørvitispolitikkinum.
Men skjótt skiftir fólksins tokki. Einki er móti brostnum vónum, so nú er vreiðin vend móti Trump, sum er søguliga ópopulerur.
Hetta er tann grundleggjandi veikleikin við populismuni. Hon kann hava við sær øgiliga politiska øsing og ovurfegni. Men kravið er, at tá politikararnir hava fingið valdið, skulu teir eisini levera. Fyrr ella seinni kemur rokningin.
Gomlu flokkarnir skuldina
Vit síggja somu ónøgd í fleiri europeiskum londum. Fólk mótmæla høgum livikostnaði, vaksandi ójavna, ótálmaðari migratión og politikarum, sum hava mist sambandið við gerandisdagin hjá vanligum fólki. Fólk reika út á politisku vengurnar, har populistar, opportunistar og ekstremistar hava góðar dagar. Væl stuðlaðir av russiskum Putin-trøllum á netinum.
Gomlu flokkarnir duga ikki at fóta sær og eiga eisini skuldina av missnøgdini. Hava runnið undan veruleikanum, har almennu útreiðslurnar hava yvirhálað inntøkurnar, vaksandi paralellsamfeløg, globaliseringin og gramleikin hevur drenað framburðin úr Europa, ið slóðar fyri populistunum, sum orsaka sundurlyndi og máan undan fólkaræðinum og rættartrygdini. Støðan er ræðandi.
Aðra leið her?
Í Føroyum er farið aðra leið. Fingu samgongu, har stóru flokkarnir savnaðust um miðjuna, sum eigur at vera trygdin fyri, at neyðugar nýskipanir verða framdar og sum halda. Men higartil hevur tað verið trupult at fáa eyga á, hvør politiska kósin er.
Borðreitt er við einstøkum málum, afturvendandi travarum, sum fáa nógva umrøðu í miðlunum, mál sum kortini ikki loysa grundleggjandi avbjóðingarnar – taktikkur heldur enn strategi.
Málini kunnu hava týdning, hvørt í sínum lagi, men tey eru ikki eitt svar upp á stóru avbjóðingarnar, sum føroyska samfelagið stendur frammanfyri. Hvar eru nýskipanirnar? Hvar er bústaðarpolitikkurin? Hvussu skulu vit fíggja framtíðar vælferðarsamfelagið? Og hvar er politiski viljin til at taka tær avgerðir, sum vissuliga eru neyðugar?
Stóra avbjóðingin
Í valstríðnum varð nógv tosað um bústaðarneyðina. Ung fólk skuldu fáa betri møguleikar at seta føtur undir egið borð. Hvar eru loysnirnar? Húsaprísirnir eru farnir til himmals orsakað av vantandi útboði og bústaðarspekulatión – ikki minst í sambandi við stuttíðarleigumál. Samstundis er tað vorðið alsamt dýrari at liva.
Tað mest álvarsama er kortini almenni búskapurin. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 vísir rakstrarútreiðslur upp á 7.458 milliónir krónur. Vøkstur upp á 4,3 prosent í mun til galdandi fíggjarlóg. Og avlopið? 13,5 milliónir krónur, 0,2%!
Búskapurin gongur við fullari ferð og arbeiðsloysið er nærum null!
Almennu útreiðslurnar vaksa við ferð, sum ikki kann halda fram. Og vit hava enn ikki sæð stóru avbjóðingina.
Aldurssamansetingin í Føroyum fer komandi árini at broytast munandi. Fleiri eldri og lutfalsliga færri fólk í arbeiðsførum aldri fer at leggja alsamt størri trýst á pensjónsskipanina, heilsuverkið, eldraøkið og fíggjarlógina. Hetta er veruleiki, sum vit við vissu fara at møta.
Breiða samgongan má síggja veruleikan, má vísa politiska leiðslu ella enda vit sum Frankaríki. Alt ein hurlivasi.
Munurin millum tey, sum hava góð ráð, og tey, sum hava ilt við at fáa gerandisdagin at hanga saman, er álvarslig avbjóðing.
Tað kann ikki góðtakast, at eitt so ríkt samfelag sum tað føroyska ikki megnar at skapa nøktandi bústaðarmøguleikar og tryggar karmar fyri komandi ættarlið. Tað er júst her, at samanberingin við USA gerst áhugaverd.
Trump helt, at hann kundi varðveita undirtøkuna við framhaldandi at skapa øsing, skylnað, yvirskriftir og politiskar fíggindar. Men veljararnir hugsaðu um egnan gerandisdegi.
Tað sama kann henda í Føroyum. Politisk undirtøka kann hvørva nógv skjótari, enn politikarar kunnu ímynda sær. Føroyskir politikarar mugu tí ikki halda á at útseta truplu avgerðirnar.
Vallyftini fremjast
Tað krevur ikki stórvegis politiskt dirvi at taka støðu til taktisk mál, sum geva yvirskriftir. Tað er nógv truplari at stjórna einum landi, tá rokningin skal gjaldast.
Amerikanska miðskeiðisvalið hevur víst, at populisma uttan politiskt innihald stendur fyri falli.
Tað sama kann henda í Føroyum. Um føroysku veljararnir fáa fatan av, at vallyftini ikki verða hildin, at nýskipanir gjørdust ein táta, at bústaðartrupulleikarnir ikki verða loystir, at almennu útreiðslurnar halda fram at vaksa og at politikararnir ikki tora at taka neyðugu avgerðirnar, so verður ónøgdin samsvarandi.
Álitið at skipanina fer at vikna og politisku vengurnir fara at fáa undanvind. Tað verður synd fyri land og fólk.
Annars spennandi at vita, um Fróði Magnussen og Ben Arabo fara at gera neyðuga munin tá samanumkemur?
Livst so spyrst.
Bjarni Djurholm