Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er sinnaður at kanna, um reglurnar um boðgeving við húsasølu kunnu broytast. Tað sigur hann í einum § 52a-svari til Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landsstýrismaðurin er sinnaður at tálma uppboðslíknandi kappbjóðing.
Landsstýrismaðurin vísir á, at prísirnir á húsum og íbúðum hava verið vaksandi í nógv ár, og at tað serliga ger tað trupult hjá teimum, sum skulu keypa sítt fyrsta heim. Hann metir, at fleiri orsøkir eru til prísgongdina, men at verandi mannagongd hjá ognarmeklarunum, har øll boð verða løgd út á heimasíðuna í 48 tímar, ger støðuna verri hjá keyparunum.
Heimildin er ongantíð brúkt
Lógin um keyp og sølu av fastogn frá 2011 ásetur, at ein ogn skal bjóðast út fyri kontantprís. Verður ognin lýst til sølu við áheitan um at geva boð, skal metti kontantprísurin upplýsast.
Lógin gevur landsstýrismanninum heimild at áseta nærri reglur um tilboðssølu og um rættin til at fáa upplýsingar um boðini. Heimildin hevur higartil ikki verið brúkt. Føroysku ognarmeklararnir hava tí sjálvir ment mannagongdirnar fyri boðgeving og keyp.
Jacob Vestergaard nevnir donsku skipanina sum ein møguligan íblástur. Sambært svarinum kunnu nýggjar reglur helst setast í gildi við heimild í verandi lóg.