info
Ongi úrslit

Tað er møguleiki fyri stórum landsdysti langafríggjadag á Tórsvølli

Heimadysturin um uppflyting í Nations League verður í páskavikuni

© Mynd: fsf.fo
Jóannes Hansen
19. november 2026 kl. 16:42

Í morgin klokkan 11 verður greitt, hvørjum Føroyar í mars næsta ár fara at spæla ímóti um pláss í B deildini í Nations League. Tað eru fýra møguleikar: Norðurmakedonia, Georgia, Ísrael og Rumenia. Lægri styrkismetta tjóðin eigur heimavøll í fyrra dystinum. Sambært løgdu skránni hjá UEFA, so verður fyrri dysturin í Føroyum hósdagin 25. mars, fríggjadagin 26. mars ella leygardagin 28. mars.

Tað er UEFA, sum ger av, nær dystirnir verða spældir.

Hetta er í páskavikuni. Um dysturin verður skírisdag ella páskaaftan, so fer tað ikki at vekja ans, tí hesar báðar dagarnir plaga at vera stórir fótbóltsdagar her í Føroyum.

Um UEFA fer at gera av, at dysturin verður fríggjadagin 26. mars ella sjálvan langafríggjadag, so fer tað av álvara at vekja ans, tí tað hava ongantíð verið ítróttarkappingar í Føroyum langafríggjadag. Seinni dysturin verður 28., 29. ella 30. mars, sum eru ávikavíst páskadagur, 2. páskadagur og 3. páskadagur.

Felags fyri teir, sum varða av landsliðnum, er, at teir siga seg ikki hava ávíst lið, sum teir vóna at spæla ímóti.

– Skulu vit flyta uppeftir í Nations League og vinna okkum í eitt endaspæl í framtíðini, eru tað júst lond sum Norðurmakedónia, Rumenia, Ísrael og Georgia, sum vit skulu yvirhála, og tí vera røkkstøkkdystirnir eisini ein styrkiroynd, sum kann geva okkum ábendingar um, hvussu langt vit eru komin á leiðini.

– Eg havi ikki nakað ynskimótstøðulið. Øll londini eru styrkismett væl hægri enn vit, men eg haldi, at vit hava møguleikar ímóti øllum fýra londum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuni hjá FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

23 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

IOC letur ikki hurðina upp fyri ÍSF

24 minuttir síðan
Tíðindi

Nógv spennandi á skránni í Tórsgøtu

41 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard vil kanna reglur um kappbjóðing við húsasølu

52 minuttir síðan
Tíðindi

Níggju fólk druknaðu í Noregi í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Norskur kalvaalari ætlar at útvega 140 milliónir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Berlin til stóran toppfund um Ukraina

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðhald frá kommunala eftirlitinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Samstarvsskjal við Bretland verður undirritað í komandi viku

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein stuttsøga um Flemish Kap

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur

4 tímar síðan
Tíðindi

Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo

4 tímar síðan