Korona farsóttin hevur havt við sær stórar menniskjasligar kostnaðir kring knøttin, og átøkini at basa smittuni hava havt við sær stórar skerjingar í búskaparliga virkseminum.
– Sum banki hava vit áhuga í, at føroyska samfelagið er eitt trygt samfelag við bestu fortreytunum fyri framhaldandi vøkstri. Vit ynsktu tí at fáa til vega eitt búskaparfakligt íkast til kjakið um árinini av koronakreppuni á føroysku ferðavinnuna og avleiðingar av hesum á føroyska búskapin, soleiðis at avgerðirnar verða tiknar á einum so upplýstum grundarlagi sum gjørligt, sigur Sverri Justinussen, deildarleiðari í Betri Banka.
Frágreiðingin er lýsandi og grundað á óheftar keldur. Innihaldið umboðar ikki meiningar ella tilmælir hjá høvundunum.
Niðurstøður frá greiningini
- Nýtslan av gistingarhúsum væntast at minka við 80-90% restina av 2020
- Ógvusliga niðurgongdin í ferðavinnuni fer at minka BTÚ við 400-800 milliónum krónum í 2020
- Óvist er, um støddin á føroysku hjálparpakkunum er nøktandi