info
Ongi úrslit

Jensen Huang aftur forstjóri í Nvidia

Nevndin í amerikanska kipsframleiðaranum tók einmælt undir við at seta Jensen Huang aftur í starvið, upplýsir Nvidia. Hann tekur við alt fyri eitt.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 14:15

Jensen Huang er aftur forstjóri í Nvidia, ellivu dagar eftir at felagið boðaði frá, at hann hevði lagt frá sær. Nvidia kunngjørdi avgerðina mánadagin, skriva Ritzau og Reuters.

Tá Huang fór frá, tók fíggjarstjórin Colette Kress fyribils við sum forstjóri. Nevndin boðaði tá frá, at hon fór at leita eftir einum varandi eftirmanni bæði innan og uttan fyri felagið.

Sambært Ritzau fór Huang frá, eftir at hann viðgekk at hava havt eitt samband við eina kvinnu, sum er undir illgruna fyri at hava njósnast fyri Kina. Illgrunin er ikki prógvaður, sambært The Washington Post.

Bæði amerikanski forsetin Donald Trump og vinnulívsmaðurin Elon Musk hava alment víst stuðul til, at Huang skuldi koma aftur í starvið.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Politiska støðan: Nú er løtan

16 minuttir síðan
Tíðindi

Hjálp - jólamaðurin er rýmdur av loftinum

25 minuttir síðan
Tíðindi

Altjóða brekdagur og 45 ára hald hjá MEGD

34 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendskir bóndir í øðini: Fáa lítið og einki fyri ullina

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fehmarn-projektið mennist

1 tími síðan
Tíðindi

BYD fær sølu­forboð í ES – Ti7 lík­ist Land Rov­er De­fender ov nógv

1 tími síðan
Tíðindi

Týskir miðlar: Russland vil hava kjarnorkuvápn í rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Akranes úti fyri Suðurafrika á veg til Belgia

2 tímar síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Smuglaði 43 kilo av ko­ka­ini við Norr­ønu – fekk níggju ára fongsul

3 tímar síðan
Tíðindi

Næmingar sendir heim í donskum skúlum eftir bumbuhóttanir

3 tímar síðan