Russland leggur Estland undir at lata Ukraina brúka estiskt loftrúm til álop á russisk mál.
Men, hesum vísir Estland aftur.
Russiska uttanríkisráðið skuldsetur Estland fyri í loyndum at loyva Ukraina at brúka estiskt loftrúm til álop á russisk mál.
Í Moskva halda tey uppá, at talan er um provokatiónir, sum kunnu elva til opið kríggj við Russland.
Hetta stendur í einari fráboðan, sum tíðindastovurnar, Reuters og AFP, endurgeva.
Stutt eftir kom svarið frá estiska uttanríkisráðnum:
– Estland hevur ongantíð loyvt og fer ongantíð at loyva, at okkara øki verður brúkt til hernaðarligar atgerðir móti øðrum landi, ljóðar svarið í einari fráboðan.
Um vikuskiftið varð eitt russiskt skip álopið í Finsku Víkini.
Finnland sigur, at Ukraina stóð aftan fyri álopið, men hetta er sambært NTB-tíðindastovuni ikki váttað frá ukrainskari síðu.