info
Ongi úrslit
Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

Ein prorussiskur bólkur, sum rópar seg „Server Killers“, sigur seg standa aftan fyri álopið á heimasíðuna hjá norska Stórtinginum.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 16:49

Heimasíðan hjá norska Stórtinginum varð í dag rakt av einum telduálopi. Tað skrivar norski miðilin VG.

Sambært miðlinum hevur prorussiski teldusníkabólkurin „Server Killers“ sett eitt sokallað DDoS-álop í verk.

Við einum DDoS-álopi verður ein heimasíða ovbyrjað, tá ið nógvar eindir samstundis senda sera nógva ferðslu inn á síðuna.

Bólkurin hevur á boðtænastuni Telegram tikið ábyrgdina av álopinum.

Trupulleikarnir við heimasíðuni byrjaðu um klokkan 15. Síðan hevur annaðhvørt verið óvirkin ella ikki tøk hjá teimum, sum hava roynt at vitja hana.

Bjarne Østby, deildarleiðari á KT-deildini hjá Stórtinginum, váttar trupulleikarnar fyri norsku tíðindastovuni NTB.

– Vit uppliva ávísan óstøðugleika á heimasíðuni og arbeiða við tiltøkum, sum skulu gera hana støðuga aftur, sigur hann.

Hann váttar tó ikki, at talan er um eitt telduálop.

„Server Killers“ skrivar á Telegram, at álopið fer at vara í tríggjar tímar. Bólkurin sigur seg eisini hava framt álop á fleiri norsk universitet og hægri lærustovnar fyrr í september.

Álopini koma, eftir at bólkurin síðst í august lýsti „teldukríggj“ móti Noregi. Orsøkin skal vera norski stuðulin til Ukraina og verjusamstarvið við landið.

Bólkurin hevur verið virkin síðan 2023 og er sambært VG serliga kendur fyri álop á myndugleikar og almennar tænastur.

Stórtingið hevur áður verið fyri telduálopum. Í 2020 varð norska tjóðartingið rakt av einum umfatandi KT-álopi, skrivar NTB.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

8 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

16 minuttir síðan
Tíðindi

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

46 minuttir síðan
Tíðindi

Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti

48 minuttir síðan
Tíðindi

Festari kann krevja gjald fyri at­gongd inn­an­garðs

58 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias Hellisdal: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn

1 tími síðan
Tíðindi

Norskt vaktarskip á Skálafirði

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur

2 tímar síðan
Tíðindi

Russar vilja spjaða og ræða

2 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið 75 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

3 tímar síðan