info
Ongi úrslit

Oyðin Oyggjarvegur

Ferðslan í fyrrverandi høvuðsferðslusæðrini minkaði við góðum níti prosentum tá ið Kaldbakstunnilin lat upp. Kortini er løgreglan á varðhaldi. Serliga í vikuskiftunum

info
21. januar 2000 kl. 15:51
Høgni Mohr

Tað var ein stórhending í føroyskari samferðslusøgu, tá ið Oyggarvegurin varð latin upp fyri ferðslu í 1966. Hendan høvuðsæðrin knýtti av álvara Streymoynna saman, og í góða fjórðingsøld var vegurin álitið. Men fyri góðum 7 árum síðani broyttist alt. Hin 5. november í 1992 lat bergholið millum Kaldbaksbotn og Signabø upp. Hendan tórsdagin hvarv Oyggjarvegurin so at siga í gloymskuna.
Gerandisdagar sæst onkur hissini lastbilur kanska við Hundsáarbotn, og fleiri minuttir eru ímillum persónbilarnar. Norða- og mjørkadalsmenn koyra uttan stórvegis hóvasták millum heim og arbeiðspláss um morgnarnar og kvøldarnar. Annars valdar at kalla fullkomuligur friður á hesum áður so væl vitjaða vegi.

Vikuskiftiskoyring
Móti morgni í vikuskiftunum kemur kortini fyri, at Oyggjarvegurin verður nýttur til meira illgrunaverd endamál.
Løgreglan í Havn er fleiri ferðir komin fram á bilførarar, ið við stívari kenning royna at lirka seg heim eftir hesum nú oydna vegi. Oftast er talan um menn, ið koma til Havnar í dans norðanífrá. Hesir bilførarar halda sambært løgregluni, at á Oyggjavegnum er friður, og frítt at fara. Men teir fara skeivir.
Petur Poulsen, vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, sigur, at snimma vikuskiftismorgnar ger løgreglan nøkur rend niðan á Oyggjar-vegin við tí endamáli at avmarka rúsdrekkakoyringina. Somuleiðis hevur verið at hoyrt, at Oyggjarvegurin verður nýttur til rasarakoyring.
- Men vit halda eygað við Oyggarvegin, og eg haldi at skilaleysa rasarakoyringin er minkað munandi, tí fólk vita, at vit eru har uppi við jøvnum millumbili, sigur Petur Poulsen.

Munandi ferðsluminking
Hendan eygleiðing av Oyggjarvegnum fellur neyvan løgregluni serliga tung í mun til áður. Sambært tølum hjá Finnleif Durhuus á landsverkfrøðingsstovninum, minkaði ferðslan á Oyggjarvegnum úr 2562 akførum og niður á 201 um samdøgurið. Samstundis vaks ferðslan í Hoydølum úr 4551 og upp í 6139 akfør. Í dag koyra í meðal 286 akfør eftir Oyggarvegnum. Gjøgnum Kaldbakstunnilin fara 3208 akfør.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

2 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

1 tími síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

1 tími síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

5 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

6 tímar síðan