info
Ongi úrslit

Tá tónleikurin broytti Føroyar

Syngjandi systkin, eitt rokkorkestur í hvítum skjúrtum og ein bandupptakari í Konradsbrekkuni. Í Sosialinum minnist Johan í Kollafirði tónleikin og slóðbrótararnar, sum settu dám á sekstiárini og broyttu hansara lív.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 10:34

– góðan dag og hjartaliga vælkomin til sendingina Radio Stjernekilde - The Faroes version.

– Ja, í dag fara vit at hoyra føroyskan tónleik, plátuútgávur frá fyrrutíðini. Sangir sum vit øll kenna væl og elska, og sum allir hava ávirkað okkum positivt, bæði so og so. Alt annað líka: Hvussu eitur tað nú? Eg veit at eg havi hoyrt teir allar - alt mítt lív, og eg spæli teir eisini, tá eg eri úti og spæli til borðhald og dans.

Soleiðis byrjaði Johan Dalsgaard, betri kendur sum Johan í Kollafirði, sendingina Radio Stjernekilde ein leygarmorgun herfyri, har hann umrøddi fyrstu poppararnar í Føroyum – tey ungu í Havn í fimmtiárunum, sum stóðu fyri tónleikarevolutiónini, sum hann málber seg.

Í Sosialinum hesaferð er seinni partur av greinini hjá Johan í Kollafirði.

Tað var ein nýggj tíð, sum hoyrdist í føroysku stovunum og dansihølunum, tá Tey av Kamarinum og Faroe Boys sungu og spældu seg inn í hjørtuni á fólki.

Í seinna parti av frásøgnini hjá Radio Stjernekilde tekur Johan í Kollafirði lesaran við aftur til árini, tá føroyskur popp- og rokktónleikur av álvara tók dik á seg.

Í Konradsbrekkuni í Havn dugdu sjey systkin at spæla og syngja. Ein teirra átti ein Tandberg-bandupptakara, og Nicolina skrivaði sangir. Tey kallaðu seg Tey av Kamarinum, og við útvarpinum bar til at fáa tónleikin út til fólk kring landið.

Samstundis komu Faroe Boys við elektriskum ljóðførum og einum ljóði, sum hugtók unga Johan. Tónleikurin gav honum hug at syngja og spæla sjálvur.

Men vegurin frá fyrstu upptøkunum til pláturnar var ikki altíð beinur. Í greinini eru bæði skemtiligar hendingar úr upptøkuhølum og ferðaminni úr Íslandi, har stórir forsterkarar og lítil flogfør ikki vóru nøkur góð samanseting.

Hetta er ein persónlig frásøgn um tónleik, ungdómsminni og fólkini, sum slóðaðu fyri einum nýggjum tónleikalívi í Føroyum.

Les alla greinina í Sosialinum.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

1 tími síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

2 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

3 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fólk deyð í dronuálopi á valdegi í Russlandi

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í javnleiki hjá FC Kyzylzhar

5 tímar síðan
Hondbóltur

Agatha og Joan hava enn fyrsta stigið til góðar í Íslandi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

12 tímar síðan
Tíðindi

Trump stovnar serliga AI-eind í USA

12 tímar síðan
Hondbóltur

Annar sigurin á rað hjá Ajax

12 tímar síðan