Fyrstu valhølini í Russlandi lótu upp tíðliga fríggjamorgunin. Valið varir í tríggjar dagar, og sunnudagurin er sostatt seinasti valdagur. Eftir ætlan verða seinastu valhølini latin aftur klokkan 18 føroyska tíð.
Kreml stýrir russisku valunum og allari politisku skipanini við harðari hond, og tað er bannað at finnast at krígnum í Ukraina.
Væntandi varðveitir Sameint Russland meirilutan av teimum 450 sessunum í Dumuni, sum er niðara deild í russiska tjóðartinginum.
Valskipanin
Veljararnir skulu velja allar 450 limirnar í Dumuni fyri eitt fimm ára skeið. Seinast tjóðartingsval var, var í 2021.
Duman og ovara deildin, Samveldisráðið, mynda saman russisku samveldistingið. Í Samveldisráðnum eru tveir umboðsfólk úr hvørjum av teimum fleiri enn 80 russisku samveldiseindunum.
Helvtin av sessunum í Dumuni verður býtt eftir landsumfatandi flokslistum. Hinir 225 limirnir verða valdir við beinleiðis atkvøðu fyri einum valevni.
Á forsetavalinum í 2024 varð Vladimir Putin afturvaldur við fleiri enn 88 prosentum av atkvøðunum. Forsetin verður valdur fyri seks ár í senn.
Flokkarnir
Sameint Russland, sum stuðlar Putin, verður mett at vinna valið.
Ein kanning hjá ríkisrikna kanningarstovninum VTsIOM síðst í august gav Sameindum Russlandi 37 prosent av undirtøkuni. Kommunistaflokkurin var næststørstur við 11,6 prosentum.
Sameint Russland hevur í løtuni 310 sessir í Dumuni. Flokkurin skal vinna minst 300 sessir fyri framvegis at kunna samtykkja grundlógarbroytingar uttan stuðul frá øðrum flokkum.
Hinir fýra flokkarnir, sum væntandi aftur fáa umboðan í Dumuni, stuðla í stóran mun krígnum og atkvøða ofta saman við Sameindum Russlandi.
Teir eru Kommunistaflokkurin, víðgongdi tjóðskaparflokkurin Liberaldemokratiski flokkur Russlands, LDPR, Rættvíst Russland og Nýggj menniskju.
Andstøðan
Hægstirættur hevur útihýst liberala flokkinum Jabloko frá at stilla upp við flokslista. Harvið er einasti skrásetti politiski flokkurin, sum er ímóti russiska krígnum í Ukraina, settur til viks í hesum parti av valinum.
Nøkur valevni hjá Jabloko stilla kortini upp, tí avgerðin ikki fevnir um einstøk valevni. Tað verður tó mett ósannlíkt, at tey vinna nakran sess.
Fleiri aðrir andstøðupolitikarar eru forðaðir í at stilla upp, eftir at teir eru stemplaðir sum »útlendskir agentar«.
Valeftirlit
Golos, sum var einasti óhefti felagsskapurin við landsumfatandi valeftirliti í Russlandi, lat aftur í 2025 eftir fleiri ára trýst frá myndugleikunum. Felagsskapurin hevði hvassliga funnist at undanfarnum valum.
Russland hevur ikki boðið altjóða valeftirlitsfólki frá Trygdar- og samstarvsfelagsskapinum í Evropa, OSCE, at hava eftirlit við valinum. Felagsskapurin hevur 57 limalond, teirra millum Danmark.
Sambært OSCE er vantandi innbjóðingin partur av einum mynstri, har russiska stjórnin skúgvar gjøgnumskygni, fólkaræðisliga ábyrgd og rættarstatsligar meginreglur til viks.
OSCE hevur sagt, at politiska skipanin í Russlandi er vorðin meira avmarkandi síðan seinasta tjóðartingsval í 2021.
Russiskir myndugleikar vísa atfinningunum aftur. Teir siga, at valið fer fram sambært lógini, og at vesturlendskir fíggindar hjá Russlandi royna at máa støðið undan valinum og órógva tað.
Ukraina
Valið verður eisini hildið á Krim-hálvoynni, sum Russland tók frá Ukraina í 2014, og í russiskt stýrdu pørtunum av ukrainsku økjunum Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson.
Keldur: Reuters og AFP / Ritzau