info
Ongi úrslit
© Mynd: Ramil Sitdikov/Reuters
Ein kvinna fer úr atkvøðuklivanum á einum valstaði í Podolsk nær Moskva leygardagin. Sunnudagurin er triði og seinasti valdagur.

Seinasti valdagur í Russlandi

Putin-stuðlandi flokkurin Sameint Russland verður mettur at varðveita ráðandi støðu sína á tjóðartingsvalinum. Flestu valevni, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, eru útihýst frá valinum.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 13:30

Sunnudagurin er triði og seinasti dagur á russiska tjóðartingsvalinum. Eftir ætlan lata seinastu valhølini aftur klokkan 19 føroyska tíð, skrivar tíðindastovan AFP.

Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Russlandi, síðan landið gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. Veljast skulu 450 limir í Dumuna, niðaru deild í russiska tjóðartinginum, fyri eitt fimm ára skeið.

Væntað verður, at Sameint Russland, sum stuðlar Vladimir Putin forseta, varðveitir ráðandi støðu sína í politisku skipanini, sum er undir strongum eftirliti hjá myndugleikunum.

Krígsmótstøðufólk útihýst

Flestu valevni, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, vórðu strikað av atkvøðuseðlunum, áðrenn valið byrjaði fríggjadagin í teimum 11 tíðarøkjunum í Russlandi.

Í síðsta mánaði staðfesti hægstirættur, at liberali flokkurin Jabloko hevði brotið valreglurnar. Flokkurin, sum vil hava vápnahvíld í Ukraina, vísti skuldsetingini aftur, skrivar Reuters.

Nøkur valevni hjá Jabloko stilla kortini upp í einmansvaldømum, har helvtin av teimum 450 tinglimunum verður vald. Sambært Reuters hevur flokkurin vanliga fingið eitt einsifrað prosenttal av atkvøðunum.

Hóast fá ivast í, at Sameint Russland aftur vinnur ein greiðan sigur, verður valið mett at kunna geva eina ábending um undirtøkuna fyri krígnum og stjórnini, skrivar AFP.

Ónøgd við búskapin

Í Moskva segði 30 ára gamla Diana leygardagin við AFP, at hon er ónøgd við búskaparligu støðuna í landinum. Hon varð ikki nevnd við eftirnavni.

– Nógv fólk hava mist arbeiðið. Lønirnar lækka nú í staðin fyri at hækka, segði hon.

Ein annar veljari, 71 ára gamla Tatiana, segði, at hon hevði atkvøtt fyri Sameindum Russlandi.

– Tað er størsti flokkurin, tann arbeiðssamasti og tann, sum fær mest av skafti, segði hon.

Sambært tølum frá russisku miðvalnevndini var valluttøkan 32,58 prosent leygardagin klokkan 12 føroyska tíð, skrivar Reuters.

Ríkisrikna tíðindastovan Tass upplýsir, at valluttøkan var komin upp á 44,64 prosent sunnunáttina klokkan tvey føroyska tíð.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

1 tími síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

1 tími síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

6 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

6 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fólk deyð í dronuálopi á valdegi í Russlandi

7 tímar síðan