Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu.
Hervør Pálsdóttir hevur spurt, hvat landsstýrismaðurin heldur um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki, konsertir og líknandi fyri MVG, hvat tað hevði kostað landskassanum, og um landsstýrið hevur ætlanir um at fremja eina slíka broyting.
Svarið frá landsstýrismanninum bendir ikki á, at ein slík broyting er á veg.
– Landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin um at frítaka atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir o.t. fyri MVG, skrivar Aksel V. Johannesen.
Vil endurskoða frítøkurnar
Landsstýrismaðurin vísir samstundis á, at undantøkini og frítøkurnar í føroysku MVG-skipanini heldur eiga at verða eftirkannað og endurskoðað.
Orsøkin er millum annað, at frítøkur hava við sær meira umsiting bæði hjá vinnuni og myndugleikunum. Harumframt minka tær um grundarlagið undir MVG-inntøkunum.
Aksel V. Johannesen vísir á, at MVG er størsta og týdningarmesta inntøkukeldan hjá landskassanum.
Verða fleiri vørur og tænastur undantiknar MVG, kann avleiðingin tí verða, at aðrar vørur og tænastur mugu rinda hægri MVG, um inntøkurnar hjá landskassanum ikki skulu minka.
Veit ikki, hvat tað hevði kostað
Fíggjarmálaráðið hevur ikki gjørt nakra meting av, hvussu nógv landskassin hevði mist í inntøkum, um atgongumerki til sjónleik, konsertir og líknandi vórðu frítikin fyri MVG.
Málið kann tó koma upp aftur í einum breiðari høpi.
Aksel V. Johannesen upplýsir, at landsstýrið í næstum fer at viðgera føroysku MVG-lógina í síni heild.