info
Ongi úrslit

OYL 23: Badmintonleikararnir hava vunnið seg í tvær finalur

Føroyar hava vunnið seg í finalurnar í tvímansleiki hjá bæði kvinnum og monnum.

Heri Simonsen
12. juli 2023 kl. 17:35

Føroyar hava vunnið seg í finalurnar í tvímansleiki í badminton hjá bæði monnum og hjá kvinnum.

Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj vunnu seg í finaluna við 2-1 sigri á Elena Johnson og Chloe Le Tissier. Settmunurin var 23-25, 21-15 og 21-13. 

Bjarnhild og Sanna møta Kimberley Clague og Jessicu Li í finaluni. Tíverri fingu vit ikki eina føroyska finalu, tí Clague og Li vunnu 2-0 á Mirjam í Grótinum og Miu Thorkildshøj í hálvfinaluni. Tær vunnu so tepurt sum 21-19 og 23-21.

Men Mirjam og Sanna hava so vunnið Føroyum eina bronsu í tvímansleiki.

Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen vunnu seg í finaluna við einum 2-0 sigri á Stuart Hardy og Jordan Trebert. Settmunurin var 21-12 og 21-17.

Í einmansleiki hjá kvinnum tapti Miriam í Grótinum í hálvfinaluni 0-2 fyri Saru Jacobsen úr Grønlandi, ið fekk hevnd fyri tapið í finaluni í liðkappingini. Settmunurin var 18-21 og 14-21.

Mirjam hevur sostatt vunnið bronsu í einmansleiki.

Í einmansleiki hjá monnum tapti Magnus Dal Christiansen í hálvfinaluni 0-2 fyri Jens Frederik Nielsen úr Grønlandi. Settmunurin var 13-21 og 10-21. 

Í einsmansleiki hjá monnum tapti Jónas Djurhuus í hálvfinaluni 1-2 fyri Jordan Trebert úr Guernsey. Settmunurin var 13-21, 21-19 og 14-21.

Magnus og Jónas hava sostatt vunnið hvør sína bronsu í einmansleiki.

Í morgin byrjar kappingin í blandaðum tvímansleiki. 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ferðslan er órógv­að í Leir­víks­tunli­num

1 minuttur síðan
Tíðindi

Trý fólk fingu løstir

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Piteå misti javnleikin móti dystarenda

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki hava eitt vit og tit Føroyar

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax kom á sigursslóðina aftur

7 tímar síðan
Størv
Kelda: taks.fo

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus legði upp til mál í stórsigri hjá NK Aluminij

7 tímar síðan
Hondbóltur

Jana vann stórsigur á Rakul

8 tímar síðan
Tíðindi

Bara eitt tingfólk skilur partarnar í Svøríki

8 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

8 tímar síðan
Tíðindi

Væntandi verður nakað av útróðri

9 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu stórsigrar

9 tímar síðan