"sannleikar um mítt egna einsemi"
Tøgnin slær harðast beint eftir, at man er farin hvør til sítt. Hetta skrivar føroysk-íslendska Kvirr um í nýggja staklagnum “Einsamøll”. Sangurin er ein lýsing av at finna fótafestið aftur eftir eitt langt parlag, og at ásanna, at parlagið í veruleikanum var eitt skjøldur móti kroniskum einsemi. Eitt skjøldur, sum nú er horvið.
Gongd er komin í hjá Kvirr í 2026. Hon hevur m.a. spælt eina væleydnaða konsert á SPOT Festivalinum í Aarhus, og staklagið ”Frit Fald” kom á New Music Friday DK og verður spælt nógv í føroyskum útvarpi. Nú kemur Kvirr við øðrum staklagnum, sum leiðir móti heildarútgávuni (2027) gjøgnum Tutl.
“Frit Fald” handlaði um krisuna áðrenn farið verður hvør til sítt, og “Einsmøll” er um tað tómrúmið, sum kemur aftaná. Teksturin sker heilt inn til bein við linjunum “Eitt opið sár, eg altíð bar / Eingin tár, tí tú vart har / Nú er tómt á tínum stóli”.
Ljóðliga vísir “Einsamøll” ta higartil mest kompromisleysu síðuna av Kvirr. Lagið byggir víðari uppá tað myrka synth-universið frá lagnum “Tá myrkrið fellur á” frá 2025, men er uppaftur sterkari við einum tungum beati við íblástri frá hip-hoppi og manipuleraðum vokalløgum. Produktiónin sameinir filmiskt trip-hop melankoli frá Portishead við nútímans elektroniska ljóðið hjá Fred again.. og Lydmor.
“Sangurin gjørdi uppá ein máta, at eg ásannaði nakað yvirfyri mær sjálvari. Orðini komu bara, og alt í einum hevði eg sett orð á nakrar sannleikar um mítt egna einsemi, sum eg ongantíð hevði sagt ella hugsa uppá hendan mátan fyrr,” greiðir Kvirr frá.
Kvirr sameinir enn tað føroyska málið saman við tann skandinaviska elektroniska indie-pallin og skapar sítt heilt egna rúm millum tað inniliga og tað stórlætnað.
Útgivið 12. november 2026 av Plátufelagnum Tutl.