Facebook Seven Summit ger burturúr, at Jens Jákup Hansen er fyrsti føroyingur, ið klintrar upp á Ama Dablam.
Ama Dablam í Nepal er 6812 metrar høgt.
Seven Summit greiðir frá, hvør Jens Jákup er, m.a. at hann er 51 ára gamal, og film- og sjónvarpsmyndamaður, og royndur fjallaklintrari.
Greitt verður frá teimum avrikum, ið hann hevur framt sum fjallaklintrari.
Sagt verður eisini frá, at Jens Jákup klintrar fyri eina størri sak, enn bara at røkka toppin, tí hann savnar pening inn, hesaferð til Alzheimerfelagið.
Seven Summit Trek er at finna á facebook.