info
Ongi úrslit

Seyðahundakapping millum Fjarða

Dagfinn Olsen
12. november 2026 kl. 23:55

Triðja seyðahundakappingin í kappingarárinum 2026/2027 verður hildin leygardagin og sunnudagin 14. og 15. novembur, tá Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri seyðahundakapping millum Fjarða.

Kappingin verður hildin á náttúruvakra økinum beint við frákoyringina av vegnum millum Fjarða og Funningsfjørð. Økið er bæði áskoðaravinarligt og høgligt hjá luttakarunum.

Seyðurin, sum verður nýttur til kappingina, kemur úr tveimum hagapørtum, Grønunum og Mørkini. Hetta eru hagar, ið liggja lið um lið og hava sama eigara.

Luttakararnir møta kl. 08.30 til banagjøgnumgongd, og kappingin byrjar kl. 09.00. Hvør luttakari fær 13 til 15 minuttir til at gjøgnumføra banan.

Leygardagin kappast hundarnir í klasa 3, og higartil eru 18 hundar teknaðir til kappingina.

Sunnudagin kappast hundarnir í klassa 2 og 1, og møguleiki verður at tekna seg til hesa kappingina heilt fram til kappingarbyrjan sunnudagin.

Dómarin til kappingina hetta vikuskifti er Eyðstein Jensen. Hann er royndur dómari, sum eisini hevur verið við til fleiri seyðahundakappingar, við góðum úrslitum.

Veðurforsøgnin til hetta vikuskifti er rættiliga ivasom, og boðað verður frá kava/regni og fitt av vindi. Veðrið fær man ikki gjørt nakað við, og um tað ikki viðrar leygardagin, so verður ein roynd gjørd sunnudagin, til at fáa alla kappingina avgreidda, tvs. klassa 1, 2 og 3.

Støðan í FM 2026/2027 eftir tvær kappingar

  1. Anna Sofía Fjallheim við Midge – 9 stig

  2. Anna Sofía Fjallheim við Kelly – 8 stig

  3. Jónstein Petersen við Kvikk – 7 stig

  4. Tóroddur Vang við Svan – 7 stig

  5. Rene Hansen við Taff – 6 stig

  6. Tummas Jacobsen við Moss – 6 stig

  7. Ketty Winther við Glen – 4 stig

Kappingin er sera spennandi. Úrslitini í teimum báðum undanfarnu kappingunum hava verið ógvuliga ymisk, og tí er kappingin púra opin.

Øll eru vælkomin forbí at hyggja at kappingini, og síggja bestu seyðahundarnar í landinum kappast um FM heitið. Vit bjóða kaffi, te og møguleikan til at fáa eitt hugnaligt seyðahundaprát.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Faderhuset í Filmsfelagnum

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Harry Kane setti dystarmet og Italia vann á Fraklandi

51 minuttir síðan
Tíðindi

Stella Polaris tíðindaskriv - tekniningarfreistin nærkast

1 tími síðan
Hondbóltur

Sigursrøðin hjá Vali steðgaði á Hafnarfirði í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

1 tími síðan
Tíðindi

Seven Summit skrivar um Jens Jákup Hansen

2 tímar síðan
Tíðindi

Væleydnað Vitan til varandi aling

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tøkt á netinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Kvirr gevur Einsamøll út

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rói vann á Rúnar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroya Tele gevst at veita telduposttænastu

3 tímar síðan
Tíðindi

Sigmund gvur út Cybersex & Cartoons

4 tímar síðan