info
Ongi úrslit

Væleydnað Vitan til varandi aling

Dagfinn Olsen
12. november 2026 kl. 21:30

Fríggjadagin 6. november 2026 skipaði Firum fyri vísindaligu ráðstevnuni Vitan til varandi aling | VTVA 2026 á fimta sinni. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn og savnaði granskarar, lyklastarvsfólk úr alivinnuni, umboð fyri myndugleikar og lesandi á einum stað.

Endamálið við ráðstevnuni er at savna granskarar og fakfólk úr ymsum stovnum og fyritøkum, so tey kunnu deila nýggjastu granskingarúrslitini, skifta orð um felags avbjóðingar og styrkja samstarvið tvørtur um fakmørk. Vitan og gransking hava stóran týdning fyri burðardyggu menningina av føroysku alivinnuni.

Tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við alimálum setti ráðstevnuna, vísti hann á týdningin av áhaldandi menning av nýggjari vitan, sum er grundleggjandi fyri menningina av alivinnuni. Eisini nevndi hann fyrsta føroyingin, Elith Godtfred, sum í 1950unum fór undir at ala síl í Grønudali í Hovi. Tað er júst arbeiðið hjá Elith og undangongufólkum, ið hevur lagt lunnar undir føroysku alivinnuna.

Á skránni vóru 12 áhugaverdar framløgur, har føroyskir og útlendskir granskarar og fakfólk løgdu fram nýggjastu vitanina innan evni, sum hava týdning fyri alivinnuna. Framløgurnar fevndu breitt, millum annað um fiskavælferð og táknuheilsu hjá alilaksi, ávirkan á havumhvørvið, veðurlagsbroytingar, laksalús og týdningin av altjóða granskingarsamstarvi.

Høvuðsrøðari á ráðstevnuni var Carlo C. Lazado, PhD, granskari á norska granskingarstovninum Nofima, sum hevði framløgu um táknuheilsu hjá alilaksi og teir ymisku tættirnar, ið kunnu ávirka hana.

Eisini varð ljós varpað á, hvussu sjóvarhitin við Føroyar kann væntast at broytast komandi árini, og hvønn týdning veðurlagsbroytingar kunnu fáa fyri føroysku alivinnuna. Aðrar framløgur snúðu seg millum annað um reyðæti, sum kann gerast ein nýggj rávøra til alifóður, um umhvørvisstøðuna á føroysku firðunum seinastu árini, støddfrøðiliga optimering og nýhugsan í alivinnuni, umframt meting av hvussu nógvur seiður er í aliringum.

Framløguhaldararnir komu frá Firum, Havstovuni, Umhvørvisstovuni, Granskingarráðnum, Fróðskaparsetri Føroya, Mat- og tilfeingishúsinum,  Nofima, University of Edinburgh og UiT The Arctic University of Norway.

Ráðstevnan endaði við einum pallborðsorðaskifti undir heitinum Vantandi vitan til varandi aling. Við støði í einari Slido-kanning, har luttakararnir fingu høvi at siga sína hugsan, varð umrøtt, hvørja vitan og gransking tørvur er á fyri at styrkja grundarlagið undir einari varandi alivinnu í Føroyum.

Í pallborðinum sótu umboð fyri alivinnuna, Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Sjókovan. Orðstýrari var Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum.

Vitan til varandi aling varð fyrstu ferð hildin í 2021 og er síðani vorðin eitt afturvendandi tiltak, har gransking, vinna og myndugleikar hittast at deila vitan og umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í alivinnuni, skrivar firum.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

 

Skrá og framløgur frá ráðstevnuni kunnu síggjast her

Myndarøð frá ráðstevnuni kann síggjast her


Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seven Summit skrivar um Jens Jákup Hansen

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tøkt á netinum

1 tími síðan
Tíðindi

Kvirr gevur Einsamøll út

1 tími síðan
Hondbóltur

Rói vann á Rúnar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Føroya Tele gevst at veita telduposttænastu

1 tími síðan
Tíðindi

Sigmund gvur út Cybersex & Cartoons

2 tímar síðan
Hondbóltur

Teis rakk ikki FINAL FOUR í steypakappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur skrivar undir við B68 spælara

2 tímar síðan
Tíðindi

Marra heldur fram har Dreymsótt endaði: Nýggj skaldsøga eftir Rakel Helmsdal.

3 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparar fingið prógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Stovnandi aðalfundur fyri fólk, ið hava lungnasjúku og avvarðandi teirra

4 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómshús leigar Padelhøll

5 tímar síðan