info
Ongi úrslit

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

Hvat kann henda, tá politiska skipanin torir at hugsa langt fram í tíðina, lurta eftir fakfólki og gera miðvísar íløgur í gransking og útbúgving? Menningin á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu nógv kann flytast rættan veg, tá politiska skipanin arbeiðir strategiskt og langskygt

Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum
Magni Mohr
9. oktober 2026 kl. 15:44

Útbúgving í sjúkrarøktarfrøði hevur verið í Føroyum í mong áratíggju. 

Tá Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya í 2008 varð lagdur saman við Setrinum,  vórðu umleið 30 lesandi tikin inn árliga, men granskingarvirksemið á økinum var sera avmarkað.

Langskygd politisk avgerð

Eitt avgerandi frambrot kom, tá ein samd figgjarnevnd í 2012 mælti løgtinginum til at marka peningin í Sjúkrakassagrunninum til heilsugransking.

14 februar 2012. Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður heilsumálum, hevði lagt uppskot fyri løgtingið um at stovna Sjúkrakassagrunn Føroya við tí greiða endamálssetningi, at peningurin ikki skuldi brúkast til rakstur, men til átøk og verkætlanir, sum kundu menna heilsuøkið í Føroyum. 3. mai legði ein samd fíggjarnevnd broytingaruppskot fram um, at peningurin skuldi umsitast av Granskingarráðnum, og sama dag samtykti løgtingið uppskotið við 3. viðgerð. Mynd: Kringvarp Føroya

Í samráði við fakfólk valdu myndugleikarnir at gera eina miðvísa strategiska íløgu við trimum høvuðsmálum: at styrkja heilsugransking við stuðli gjøgnum Granskingarráðið, at stovna eina masterútbúgving í heilsuvísindum og at skipa eitt formligt granskingarsamstarv millum Setrið, Sjúkrahúsverkið og táverandi Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Hetta var ein framsøkin avgerð, tí úrslitini kundu ikki væntast at koma beinanvegin. Tað kravdi politiskt dirvi at hugsa longri enn til rakstur á næstu fíggjarlógini og gera íløgur í førleikar, útbúgvingar og samstarvsbygnaðir, sum skuldu mennast yvir fleiri ár.

Sterkt fakligt umhvørvi

Í 2017 fekk deildin navnið Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS), sum endurspeglaði ein breiðari fakligan samleika.

Seinastu 11–12 árini er granskingarvirksemið fleirfaldað. Tað sæst í vísindaligum útgávum, vunnum granskingarstuðli, fleiri ph.d.-lesandi, størri fakligum fjølbroytni og vaksandi samstarvi bæði í Føroyum og altjóða.

Útbúgvingartilboðið er eisini ment munandi. Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði tekur nú 50 lesandi inn árliga og er við til at nøkta ein stóran part av samfelagsliga tørvinum á sjúkrarøktarfrøðingum.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum, sum var eitt av upprunaligu málunum við sjúkrakassapengunum, er í dag millum størstu masterútbúgvingarnar á Setrinum og hevur nýliga fingið altjóða viðurkenning fyri sína góðsku.

Ein nýggj masterútbúgving í sjúkrarøktarfrøði, Advanced Practice Nursing (APN), ið er tillagað føroysk viðurskifti, er eisini ment og klár at verða sett í verk, tá fígging er fingin til vega. Harumframt verður arbeitt við einari masterútbúgving í medisini, sum skal geva føroyingum, ið hava tikið bachelorútbúgving í medisini uttanlands, møguleika at halda fram við lestrinum í Føroyum.

Næsta stigið krevur eisini politiskt dirvi

Triðja høvuðsmálið við sjúkrakassapengunum var at styrkja formliga samstarvið á heilsugranskingarøkinum. Hetta arbeiðið heldur nú fram við ætlanini um eitt føroyskt universitetssjúkrahús.

Málið er, at Setrið og Sjúkrahúsverkið í felag skulu lyfta uppgávurnarm, tá tað snýr seg um gransking og hægri útbúgving á heilsuøkinum. Hetta er av ómetaliga stórum týdningi í einum lítlum landi, har fakliga og menniskjaliga tilfeingið er avmarkað.

Nú er staðfest í lóg, at Sjúkrahúsverkið skal vera universitetssjúkrahús, men enn vantar fíggingin, sum skal til fyri at gera ætlanina til veruleika.

Júst her er aftur tørvur á politiskum dirvi og hugsjónum. Stórar bygnaðarligar broytingar krevja meira enn góðar ætlanir. Tær krevja eisini vilja til at fylgja teimum upp við neyðugum strategiskum íløgum.

Sólskinssøga við størri boðskapi

Menningin á DHS er sjálvsagt eisini úrslit av dugnaligum og virkisfúsum starvsfólki. Men uttan tær miðvísu íløgurnar úr Sjúkrakassagrunninum hevði tað verið torført at rokkið so langt eftir so stuttari tíð.

Søgan er tí meira enn ein sólskinssøga um eitt einstakt fakultet. Hon vísir, hvat kann spyrjast burturúr, tá politiska skipanin torir at hugsa visionert, gera langskygdar raðfestingar og lata fakligan kunnleika vera grundarlag undir avgerðunum.

Á granskingar- og útbúgvingarøkinum er hetta ein serliga viðkomandi lærdómur. Úrslitini av íløgum síggjast ofta ikki fyrr enn fleiri ár seinni, og tí er neyðugt at hugsa longri enn eitt fíggjarár ella eitt valskeið.

Royndirnar frá Sjúkrakassagrunninum minna okkum á, at stór framstig ikki bara krevja pengar og dugnalig fakfólk. Tey krevja eisini politiskan vilja og dirvi til at hugsa langt fram í tíðina – og at halda fast við ætlanirnar, til tær bera ávøkst.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreymagarðin í Skúvoy

0 minuttir síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

9 minuttir síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

16 minuttir síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

24 minuttir síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

44 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

47 minuttir síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira NATO kring Før­oy­ar: Ís­land og Kan­ada styrkja tryd­ar­sam­starvið

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skal hava nýggjan venjara

3 tímar síðan
Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

4 tímar síðan