Skakandi myndir eru komnar til vega úr Kina, sum vísa nasarundingin á einum Air China ferðafólkaflogfari eftir gátuføran samanstoyt við eitt ókent far.
Tað skrivar enska The Sun.
Flogfarið var noytt at gera eina neyðlending beint eftir hendingina.
Kinesiskir flogmyndugleikar hava higartil borið seg undan at siga, hvat hendi við fogfarinum, og hvat rendi á tað. Men UFO serfrøðingar vilja vera við, at talan kann hava verið um ein UFO.
Boeing 757 flogfarið fleyg í 26.000 fót hædd yvir Kina, tá tað rystist av samanstoytinum. Flogskiparin rópti beinanvegin á flogtornið, sum loyvdi honum at seta seg á ein flogvøll nærhendis.
Tað var ikki fyrr enn flogfarið stóð a vøllinum, at fólk varnaðust stóru bugluna.
Serfrøðingar siga, at flogfarið fleyg so høgt, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at ein fuglaflokkur kann hava orsakað skaðan. Ein annar møguleiki kann vera, at ein drona hevur rent á flogfarið.
Men fyrrverandi UFO granskarin fyri myndugleikarnar í Bretlandi, Nick Pope, sigur: »Hvat tað var, ið rakti flogfarið, hevur latið eftir seg prógv«.
- Kanningar av skaðanum á nasarrundinginum fara at avdúka mikroskopiskar restir av tí, ið rakti flogfarið, ella kanska enntá størri vraklutir. So talan er um eitt loysiligt loyndarmál, sigur Nick Pope.
Spurningurin er bara, um loyndarkendu kinesisku myndugleikarnir fara at avdúka sannleikan um hvat hendi.
Myndirnar eru úr enska blaðnum, The Sun.
Rendu teir á ein UFO Rendu teir á ein UFO
Skakandi myndir eru komnar til vega úr Kina, sum vísa nasarundingin á einum Air China ferðafólkaflogfari eftir gátuføran samanstoyt við eitt ókent far. Tað skrivar enska The Sun. Flogfarið var noytt at gera eina neyðlending beint eftir hendingina. Kinesiskir flogmyndugleikar hava higartil borið seg undan at siga, hvat hendi við fogfarinum, og hvat rendi á tað. Men UFO serfrøðingar vilja vera við, at talan kann hava verið um ein UFO. Boeing 757 flogfarið fleyg í 26.000 fót hædd yvir Kina, tá tað rystist av samanstoytinum. Flogskiparin rópti beinanvegin á flogtornið, sum loyvdi honum at seta seg á ein flogvøll nærhendis. Tað var ikki fyrr enn flogfarið stóð a vøllinum, at fólk varnaðust stóru bugluna. Serfrøðingar siga, at flogfarið fleyg so høgt, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at ein fuglaflokkur kann hava orsakað skaðan. Ein annar møguleiki kann vera, at ein drona hevur rent á flogfarið. Men fyrrverandi UFO granskarin fyri myndugleikarnar í Bretlandi, Nick Pope, sigur: »Hvat tað var, ið rakti flogfarið, hevur latið eftir seg prógv«. - Kanningar av skaðanum á nasarrundinginum fara at avdúka mikroskopiskar restir av tí, ið rakti flogfarið, ella kanska enntá størri vraklutir. So talan er um eitt loysiligt loyndarmál, sigur Nick Pope. Spurningurin er bara, um loyndarkendu kinesisku myndugleikarnir fara at avdúka sannleikan um hvat hendi. Myndirnar eru úr enska blaðnum, The Sun.
info
Leo Poulsen
11. juni 2013 kl. 15:00
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
Í gjár kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Danmark leikti javnt móti Spania
36 minuttir síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
39 minuttir síðan
Tíðindi
Johnson gevst sum leiðari hjá Republikanarunum
56 minuttir síðan
Tíðindi
Bønir & illbønir í Filmsfelagnum
1 tími síðan
Fótbóltur
FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini
1 tími síðan
Lesarabrøv
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
1 tími síðan
Fótbóltur
Champions League: Como vann metstóran sigur
1 tími síðan
Tíðindi
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
2 tímar síðan
Tíðindi
Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði
2 tímar síðan
Hondbóltur
Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi
2 tímar síðan
Lýsingagrein
Gjaldstovan og Nema gjørt avtalu um føroysku tíðarskrásetingarskipanina Nema Tíð
2 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo
3 tímar síðan