info
Ongi úrslit

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

Ein felags føroyskur vitlíkisskúli, betri vitlíkisloysnir á føroyskum og ein serlig vitlíkiseind eru millum tey 14 átøkini í nýggju heildarætlanini fyri vitlíki í Føroyum.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 11:45

Føroyar skulu gerast eitt undangonguland í at brúka vitlíki til at menna samfelagið, styrkja føroyskt mál og økja um framleidnið í vinnulívinum og almenna geiranum.

Tað er høvuðsboðskapurin í nýggju heildarætlanini fyri vitlíki, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fekk handaða í Kongshøll í Havn í gjár.

Ætlanin fevnir um 14 ítøkilig átøk, sum skulu fremjast í tíðarskeiðinum frá 2027 til 2030.

Millum tilmælini er at stovna ein felags føroyskan vitlíkisskúla, sum skal styrkja førleikarnar hjá føroyingum at brúka nýggju tøknina.

Eisini verður mælt til at stovna eina serliga vitlíkiseind og menna vitlíkisloysnir, sum skilja og skriva føroyskt.

Føroyskt mál skal vera við

Ein týðandi partur av ætlanini snýr seg um at tryggja føroyska málinum ein natúrligan leiklut í nýggju tøknini.

Vitlíki verður alsamt meira brúkt í arbeiðslívinum, útbúgvingarskipanini og gerandisdegnum, men stórar altjóða vitlíkisskipanir eru ikki altíð nóg væl mentar til føroyskt.

Tí verður í ætlanini lagt upp til at styrkja føroyska máltøkni og menna grundarlagið undir vitlíkisloysnum á føroyskum.

Skal økja um framleidnið

Eitt annað høvuðsendamál er at gagnnýta vitlíki til at fáa meira burtur úr arbeiðsmegini í Føroyum.

Við at brúka nýggju tøknina kunnu bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur gera arbeiðsgongdir einfaldari og arbeiða meira effektivt.

Heildarætlanin byggir á tríggjar høvuðssúlur: fólkið, málið og búskapin. Undir hesum liggur ein felags grundvøllur, sum millum annað skal tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av tøknini.

Tað var Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni, sum handaði landsstýrismanninum heildarætlanina.

Nú skal politiska skipanin taka støðu til, hvussu tilmælini skulu fremjast.

Heildarætlanin er tøk á heimasíðuni vitliki.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

2 minuttir síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

20 minuttir síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

29 minuttir síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

1 tími síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

1 tími síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

1 tími síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svart­kalva í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

3 tímar síðan