info
Ongi úrslit

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og handverkarafeløgini eru slitnaðar, og semingsmaðurin er nú boðsendur. Samstundis bíða handverkarafeløgini eftir, at landsstýrið góðkennir sáttmálan, sum tey longu hava gjørt við kommunalu arbeiðsgevararnar.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 11:15

Enn er eingin semja um nýggjan sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og handverkarafeløgini.

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna slitnaðu mánadagin, og nú er semingsmaðurin boðsendur.

Tað upplýsti Kringvarp Føroya í gjár.

Samstundis er ein onnur óloyst støða við sáttmálanum hjá handverkarafeløgunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Har hava partarnir gjørt semju, men handverkarafeløgini bíða framvegis eftir, at Fíggjarmálaráðið skal góðkenna sáttmálan.

Sambært Suna Simonsen, formanni í Føroya Handverkarafelag, er kommunali sáttmálin á sama stigi sum aðrir sáttmálar.

Sáttmálarnir hjá handverkarunum fóru úr gildi 1. januar í ár.

Tað er nú upp til semingsmannin at royna at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.

Enn er eingin semja staðfest, og heldur eingin arbeiðssteðgur er fráboðaður í sambandi við, at samráðingarnar eru slitnaðar.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

23 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

41 minuttir síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

43 minuttir síðan
Tíðindi

Dunga Jákup handaður mánadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar fáa 300 tons meira av toski og svart­kalva í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaframløga – bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari tikin til blóðroynd í Eysturoy

1 tími síðan
Tíðindi

Margit Stóra umboðaði Føroyar á norðurlendskum ráðharrafundi

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Skert talufrælsi til minni­lut­an og mangl­andi skjøl í málinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Í dag verður fiski­veiði­av­tal­an við Russ­land um­rødd í Løg­tinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin vil ikki avtaka 10. flokk

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

3 tímar síðan