Føroyar og Grønland hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2027, og úrslitið er, at føroysk skip fáa størri kvotur av bæði toski og svartkalva í grønlendskum sjógvi.
Samráðingarnar vóru í Havn í gjár og fyrradagin.
Toskakvotan hækkar við 225 tonsum, úr 2.350 upp í 2.575 tons.
Kvotan av svartkalva í Eysturgrønlandi hækkar við 75 tonsum, úr 275 upp í 350 tons.
Sostatt fáa føroysk skip tilsamans 300 tons meira av hesum báðum fiskasløgum í 2027.
Hinar kvoturnar hjá føroyskum skipum verða óbroyttar.
Tað merkir, at føroysku skipini kunnu fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi og 175 tons av brosmu. Harumframt er loyvd hjáveiða av 25 tonsum av kalva í sambandi við toskafiskiskapin.
Grønland fær meira svartkjaft
Grønland fær eisini broyttar fiskiveiðumøguleikar í føroyskum sjógvi.
Svartkjaftakvotan hjá grønlendskum skipum hækkar við 2.000 tonsum, úr 20.400 upp í 22.400 tons.
Hinvegin verður kvotan av norðhavssild minkað við 1.600 tonsum, úr 4.900 niður í 3.300 tons.
Grønland fær eisini atgongd til føroyskan sjógv at fiska sína svartkjaftakvotu í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum. Henda kvotan er 5.747 tons í 2027.
Sambært Uttanríkis- og fiskimálaráðnum hava góðu prísirnir á uppsjóvarfiski og økingin í samlaðu svartkjaftakvotuni gjørt tað møguligt at fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, fegnast um úrslitið og vísir á, at avtalan hevur stóran týdning fyri føroysk skip.
Føroysku og grønlendsku samráðingarleiðararnir vóru ávikavist Janet Skarðsá og Katrine Kærgaard.