Tað er bólkurin Hvarv, ið gevur út á plátufelagnum Tutl.
Bólkurin var útgávuvirkin í 1998 – 2000, og var við á Rock í Føroyum 2 og á Vælskapt Brek útgávuni, men hóast bólkurin ikki gavst, men hevur spælt javnan, so kom støðgur í viðvíkjandi at geva tónleik út.
Men gongd er nú í aftur og í 2025 kom lagið «Sálarfrændi mín» og seinni «Leitar tú elskandi». Bæði løgini fingu góða móttøku.
Nú er 3. lagið úti.
Tað er lagið ”Bendar eru brýr”.
Hetta er kærleikssangur, ið snýr seg um, at um tað ikki altíð gongur sum ætlað, so er ikki altíð neyðugt at brenna sínar brýr, sum tikið verður til, men at onkutíð er vísast at benda sínar brýr, og ikki kvetta síni sambond, men finna loysnir.
Neil Joensen eigur lagið og Dagfinn Olsen orðini.
Í Hvarv eru Hjalmar Magnussen, sang og guitar, Dagfinn Olsen, bass, Neil Joensen, guitar og Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur.
Á útgávuni ”Bendar eru brýr» syngur Laila Carlsen kór og Hans Poulsen hevur framleitt, ljóðblandað og mastrað. Jón Einarsson tilgjørdi myndina, ið Bjartur Vest tók.
Tutl gevur út og er lagið á flest øllum talgildum stroymingartænastum.
Lagið kann t.d. hoyrast her: