info
Ongi úrslit

Vilja leggja øll tunn­ils­feløg­ini sam­an í eitt felag

Nýskipanarnevndin mælir til at leggja tey fýra almennu tunnilsfeløgini saman í eitt felag við felags nevnd, leiðslu og fyrisiting. Samanleggingin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2028.

© in.fo/Eirikur Lindenskov
Tunnilsmunnin í Rossagili á Hvítanesi
Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 09:15

Tað er eingin saklig orsøk til at hava fýra sjálvstøðug tunnilsfeløg, sum hava sama eigara og røkja somu uppgávur.

Tað heldur Nýskipanarnevndin, sum í sínum nýggju tilmælum mælir til at leggja P/F Tunnil, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar saman í eitt felag.

Nevndin vísir á, at øll fýra feløgini hava sama eigara, somu uppgávur og somu yvirskipaðu áhugamál.

Tí er eingin orsøk til at varðveita fýra sjálvstøðug feløg við hvør sínari nevnd, roknskapi og fyrisitingarligum skyldum, heldur nevndin.Vilja spara upp á fyrisitingina

Ein samanlegging skal gera raksturin einfaldari og bíligari.

Sambært Nýskipanarnevndini fer eitt felags tunnilsfelag at hava greiðari ábyrgdarbýti og færri fyrisitingarlig lið. Samstundis verða betri møguleikar fyri at samskipa rakstur, viðlíkahald og innkeyp.

Nevndin vísir eisini á, at útreiðslurnar til nevndararbeiði, grannskoðan, roknskaparhald og aðra fyrisiting kunnu minkast.

At tunnilsfeløgini longu hava stovnað eitt felags innkrevjingarfelag, undirstrikar sambært nevndini, at tørvur er á einari einfaldari felagsskipan.

Í tilmælinum verður tó ikki sett tal á, hvussu stór sparingin av samanleggingini kann verða.

Sama nevnd í øllum feløgunum næsta ár

Nýskipanarnevndin hevur eisini eina ítøkiliga tíðarætlan fyri samanleggingina.

Mælt verður til, at sama nevnd verður vald í øllum fýra tunnilsfeløgunum á aðalfundunum í 2027, tá ársroknskapirnir fyri 2026 verða góðkendir.

Henda nevndin skal síðani fyrireika og fremja samanleggingina við støði í roknskapunum fyri 2027.

Ætlanin er, at nýggja felagsskipanin skal fáa virknað frá 1. januar 2028.

Nevndin ger tó vart við, at samanleggingin má fremjast sambært galdandi vinnufelags- og skattalóggávu. Eisini verður neyðugt at taka atlit til møguligar avmarkingar í lánsavtalunum hjá feløgunum.

Tilmælið er eitt av uppskotunum hjá Nýskipanarnevndini um at einfalda almenna bygnaðin og minka fyrisitingarligu útreiðslurnar.

Enn er eingin politisk avgerð tikin um at leggja tunnilsfeløgini saman.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

21 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Skert talufrælsi til minni­lut­an og mangl­andi skjøl í málinum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Í dag verður fiski­veiði­av­tal­an við Russ­land um­rødd í Løg­tinginum

38 minuttir síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin vil ikki avtaka 10. flokk

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan leit­ar eft­ir bil­eig­ara í Varðagøtu

1 tími síðan
Tíðindi

Norski verjumálaráðharrin: – Noreg er fyrireikað

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Hellas Verona fyri Entella

3 tímar síðan
Tíðindi

Libya boðar frá aftursvari eftir álop á russisk skip

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Bjarni var sera eyðsýndur í European League

9 tímar síðan
Tíðindi

Noreg letur upp fyri ílegubroyttum rávørum í alifóðri

9 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Endaði javnt millum City og Napoli

9 tímar síðan
Tíðindi

Kjak um at tvinga meira fisk til virkingar í Íslandi

11 tímar síðan
Tíðindi

Vitlíki_Føroya

11 tímar síðan