Ein bretskur dómstólur hevur kent sjónleikaran og skemtaran Russell Brand sekan í eini neyðtøku, sum varð framd í 2009.
Tað skrivar Reuters sambært Ritzau.
Brand er samstundis fríkendur fyri tvær aðrar neyðtøkuákærur. Tær snúðu seg um hendingar í ávikavist 1999 og 2004.
Hósdagin er hann eisini kendur sekur í fleiri øðrum kynsligum ágangum. Enn er ikki greitt, hvørja revsing hann fær.
Russell Brand hevur víst ákærunum aftur. Hann hevur ført fram, at hendingarnar annaðhvørt fóru fram við samtykki ella vóru uppspunnar.
Brand hevur verið millum kendastu sjónvarps- og útvarpsfólkini í Bretlandi og hevur eisini spælt við í fleiri filmum. Hann var áður giftur við amerikansku songkvinnuni Katy Perry.
Ritzau