Bjarni Hammer, løgtingsmaður, vil hava Beinir Johannesen, løgmann, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera, eftir at Føroya Rættur hevur mett málini móti Bakkafrost um brot á flutningskunngerðina vera fyrnd.
Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 52a í tingskipanini spyr Bjarni Hammer, um løgmaður heldur tað vera nøktandi, at viðgerðin hevur drigið so nógv út.
Hann vil eisini vita, um løgmaður ætlar at taka málið upp við danska løgmálaráðharran og krevja eina frágreiðing um, hví málið ikki varð viðgjørt rættstundis, og hvør hevur ábyrgdina.
Spurdi longu í 2024
Í viðmerkingunum vísir Bjarni Hammer á, at Heilsufrøðiliga starvsstovan meldaði Bakkafrost í 2021, og at málið varð sent fútanum til støðutakan á vári 2022.
Sambært fyrispurninginum kunnaði fútin longu í desember 2021 løgmansstjóran um málið.
Bjarni Hammer vísir eisini á, at hann í apríl 2024 spurdi táverandi landsstýrismannin í vinnumálum, hví málið ikki var avgreitt, og nær nakað kundi væntast at frættast.
Ákæra varð tó ikki reist fyrr enn í apríl 2026. Tann 3. november kom Føroya Rættur til ta niðurstøðu, at málini um brot á flutningskunngerðina vóru fyrnd, stendur í fyrispurninginum.
Vil fyribyrgja, at onnur mál fyrnast
Bjarni Hammer spyr løgmann, um hann ætlar at seta ítøkilig krøv fyri at tryggja, at revsimál framyvir ikki fyrnast orsakað av drúgvari málsviðgerð.
Harumframt vil hann vita, um løgmaður ætlar at kanna, um onnur mál eru í vanda fyri at fyrnast, og taka stig til at fyribyrgja tí.
Í viðmerkingunum førir løgtingsmaðurin fram, at tað undirgrevur føroyskar eftirlitsmyndugleikar, um fráboðanir teirra ikki verða viðgjørdar í rættari tíð og málini tí ikki kunnu roynast í rættinum.
Hann heldur eisini, at hetta rakar tær fyritøkur, sum brúka tíð og pengar upp á at halda reglurnar.
– Tað er ein politisk ábyrgd at tryggja, at løgreglan og ákæruvaldið megna at røkja sínar uppgávur rættstundis, og borgarar og fyritøkur hava krav upp á eina rættarskipan, sum virkar, skrivar Bjarni Hammer.