info
Ongi úrslit

Russland sendir Iran framkomnar loftverjuskipanir

Samstarvið landanna millum er nógv styrknað í seinastuni

Tór Marni Weihe
7. august 2024 kl. 13:58

Russland sendir nú framkomnar loftverjuskipanir og radarar til Iran, sum er farið at fyrireika seg til at løna aftur eini atsókn móti Hamasovastanum Ismail Haniyeh, sum varð myrdur í iranska høvuðsstaðnum Tehran. Iran heldur seg vita, at ísrael stóð fyri atsóknini. Tað skrivar the New York Times, sum endurgevur dulnevndar keldur.

Fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, sum nú er skrivari í russiska trygdarráðnum, var mánadagin í Iran, har hann m.a. hitti iranska forsetan, Masoud Pezeshkian. Í samband við vitjanina tosaði Pezeshkian í hvøssum vendingum um ísraelskar “brotsgerðir móti teimum kúgaðu og verjuleysu fólkunum í Gaza” og um atsóknina, har Ismail Haniyeh varð myrdur.

LES EISINI: Iranski forsetin hittir fyrrverandi russiska verjumálaráðharran

“Islamiska lýveldið Iran ætlar sær undir ongum umstøðum at víðka kríggið og kreppuna í økinum,” segði Pezeshkian sambært iranskum miðlum. “Men brotsverkini og hugmóðin hjá hesum [tí ísraelska, red.] stýrinum fara avgjørt at verða svarað.”

Kreml fordømdi atsóknina, har beint varð fyri Haniyeh, sum var politiskur ovasti í Hamas.

LES EISINI: Kreml: Fordøma hvassliga atsóknina móti Hamasleiðara

Amerikanskir og ísraelskir embætisfólk hava boðað frá, at tey vænta at Iran og tess sameindu í økinum skjótt fara undir eitt stórt og samskipað álop á Ísrael. Teir sameindu bólkarnir, sum ofta verða róptir 'mótstøðuásin' (en: The Axis of Resistance) fevna um Hizbollah í Libanon og Houthirørsluna í Jemen.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

22 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Annfinn Brekkstein: Góða eydnu við byggingini av nýggju kirkjuni

10 minuttir síðan
Tíðindi

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

35 minuttir síðan
Tíðindi

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

40 minuttir síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

3 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

3 tímar síðan
Tíðindi

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

4 tímar síðan
Tíðindi

Fáfongd og feigd

5 tímar síðan
Tíðindi

Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!

5 tímar síðan