info
Ongi úrslit

Nýggjar bøkur um Oyggjaleikir og norrønu gudarnar

Týskvøldið 24. november kl. 19 verða tvær nýggjar og spennandi bøkur lagdar fram í Reinsarínum. Ein bók um Oyggjaleikir, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Spádómurin, sum er fyrsta bók í nýggjari røð um norrønu gudarnar, Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Laura Gunnváardóttir myndprýtt.

Nanný J. Toftegaard
18. november 2026 kl. 13:30

Gudny Djurhuus Rasmussen spælir nakrar sangir til bókaframløguna.

Spádómurin – Norrrønu gudarnir

Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi?

Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís …

Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.

Maria Luihn prátar við Silju og Lauru um bókina.

 

Í Oyggjaleikir – vinaleikir millum oyggjar verða vit tikin aftur til fyrstu oyggjaleikirnar í 1985 og fram til oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í juli komandi ár, tá einir 3000 íðkarar úr 23 oyggjum fara at kappast ímóti hvørji aðrari. Oyggjaleikir eru ein stór ítróttarkapping – á stødd við olympisku vetrar leikirnar. Í bókini kanst tú lesa um stuttligar, serstakar og minnisríkar løtur, um hvussu oyggjaleikirnir vórðu til, ymiskt serstakt um oyggjarnar, sum eru við, og sjálvsagt um ítróttargreinarnar og ítróttarfólk, sum hava verið við – bæði føroysk og útlendsk. Páll Holm Johannesen hevur skrivað, og Betri samtakið hevur stuðlað útgávuni.

Jógvan Skeel Nolsøe, ítróttajournalistur prátar við Páll um bókina.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva bøkurnar út.

Bøkurnar vera til sølu fyri serprís.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

4 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

5 minuttir síðan
Tíðindi

Xi tók ímóti Trump og hálsfevndi hann undan fundi við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur vís­ir hit­an á landi og sjógvi í Vestur­avstralia

1 tími síðan
Lesarabrøv

Sendimaður Petur Petersen: „Ísraelar ynskja bara frið inni hjá sær sjálvum“ – og onnur fake news

1 tími síðan
Tíðindi

Norskur laksaútflytari á húsagang við milliónaskuld

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat hevði samfelagið mist, um øll listafólkini í Føroyum góvust í morgin?

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland krevur gonguloyvi

2 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvat kostar at geva lesandi ferðastuðul?

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump og Xi góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum

4 tímar síðan