info
Ongi úrslit
© Carlos Barria/Reuters
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, tekur ímóti amerikanska forsetanum, Donald Trump, á flogvøllinum í Shenzhen.

Xi tók ímóti Trump og hálsfevndi hann undan fundi við Putin

Xi Jinping tók sjálvur ímóti Donald Trump á flogvøllinum í Shenzhen. Hósdagin hittast teir báðir og russiski forsetin, Vladimir Putin, á einum trípartafundi.

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 13:31

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, tók í dag ímóti amerikanska forsetanum, Donald Trump, á flogvøllinum í kinesiska stórbýnum Shenzhen. Teir báðir hálsfevndust, áðrenn teir gingu eftir reyða teppinum til bilarnar.

Fram við teppinum stóðu fólk og veittraðu við kinesiskum og amerikanskum fløggum. Trump smíltist og klappaði, vísa upptøkur av móttøkuni.

Fleiri miðlar leggja dent á, at Xi sjálvur fór út á flogvøllin. Sambært Laura Bicker, tíðindafólki hjá BBC, verður hildið, at hetta er fyrstu ferð, Xi sum forseti hevur tikið ímóti einum útlendskum leiðara á einum flogvølli.

Við móttøkuni endurgalt Xi gestin hjá Trump frá september. Tá tók Trump ímóti kinesiska forsetanum á herflogstøðini Joint Base Andrews uttan fyri Washington D.C. Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua segði Xi við Trump, at hann ynskir støðug viðurskifti millum londini.

Donald Trump og Xi Jinping klappa undir móttøkuni á flogvøllinum í Shenzhen í dag.

Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Ukraina ávarar um eitt „nýtt Jalta“

Í morgin hittast Trump, Xi og Putin í Shenzhen, sum er vertur fyri fundinum í búskaparsamstarvinum APEC.

Ukraina hevur ávarað um, at trípartafundurin kann gerast eitt „nýtt Jalta“. Sipað verður til toppfundin á Krim í 1945, tá leiðararnir í USA, Bretlandi og Sovjetsamveldinum samráddust um, hvussu Evropa skuldi skipast eftir seinna heimsbardaga.

Dmitrij Peskov, talsmaður hjá Kreml, hevur víst aftur, at endamálið við fundinum er at býta heimin millum stórveldini.

Putin og Xi høvdu longu í dag ein fund sínámillum í sambandi við APEC. Teir róstu samstarvinum millum Russland og Kina og lovaðu fleiri stig í átt móti einari heimsskipan við fleiri stórveldum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

4 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

5 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjar bøkur um Oyggjaleikir og norrønu gudarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur vís­ir hit­an á landi og sjógvi í Vestur­avstralia

1 tími síðan
Lesarabrøv

Sendimaður Petur Petersen: „Ísraelar ynskja bara frið inni hjá sær sjálvum“ – og onnur fake news

1 tími síðan
Tíðindi

Norskur laksaútflytari á húsagang við milliónaskuld

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat hevði samfelagið mist, um øll listafólkini í Føroyum góvust í morgin?

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland krevur gonguloyvi

2 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvat kostar at geva lesandi ferðastuðul?

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump og Xi góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum

4 tímar síðan