Viðhvørt er skemtingarsamt at síggja hvussu mótstøðuliðini hjá okkum vísa hæddarpunkt frá teirra dystum móti landsliði okkara.
Nú hevur Youtube-rásin hjá moldaviska fótbóltssambandinum lagt út nøkur selektiv hæddarpunkt frá 1-0 sigrinum hjá Føroyum í finaluni um annað plássið í bólki 3 í deild C í Nations League, ið var leikt á Tórsvølli.
Gamaní, hæddarpunktini hava inkluderað flotta málið hjá Áka D. Samuelsen, har Adrian R. Justinussen hevði eina geniala fríspæling. Men annars vísa teir bara moldaviskar málmøguleikar. Hetta er næstan sum tá tey í Norðurkorea vísa hæddarpunkt frá sínum dystum.