info
Ongi úrslit
© Iori Sagisawa/Ritzau Scanpix
Donald Trump og Vladimir Putin heilsa upp á hvønn annan í Shenzhen í Kina mikudagin. Sambært AP skulu teir halda ein tvípartafund hósdagin.

AP: Trump og Put­in hitt­ast á fyrsta tví­parta­fundi síð­ani Alaska

Donald Trump ætlar at hitta Vladimir Putin í Shenzhen í morgin. Teir báðir skulu eisini á fund við kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 15:10

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at halda ein tvípartafund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Kina í morgin. Tað sigur ein amerikanskur embætismaður við tíðindastovuna AP, sambært Ritzau.

Verður fundurin hildin sum ætlað, er tað fyrstu ferð síðani toppfundin í Alaska í august 2025, at Trump og Putin hittast uttan aðrar ríkisleiðarar. Á fundinum í Alaska umrøddu teir kríggið í Ukraina. Eingin ítøkilig semja um kríggið spurdist burturúr.

Báðir forsetarnir komu mikudagin til kinesiska stórbýin Shenzhen í sambandi við toppfundin hjá búskaparsamstarvinum APEC. Teir heilsaðu upp á hvønn annan og Xi Jinping. Hósdagin skulu allir tríggir eisini halda ein felags fund.

Semja um at býta um krígsfangar

Boðini um tvípartafundin koma eina viku eftir, at sendinevndir úr USA, Russlandi og Ukraina hittust til samráðingar í Sameindu Arabisku Emiratunum. Har varð semja gjørd um at býta um krígsfangar.

Síðani fóru amerikonsku sendimenninir Jared Kushner og Steve Witkoff til Moskva at hitta Putin og haðani til Dublin, har teir hittu ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Trump hevur fleiri ferðir funnist at Zelenskyj. Í oktober segði hann, at ukrainar áttu at valt ein annan forseta, og at Zelenskyj hevði latið fleiri møguleikar at samráðast um eina friðaravtalu við Russland fara aftur við borðinum.

Stutt frammanundan hevði Trump sambært Ritzau gjørt eina avtalu við Russland um veiting av russiskari dieselolju til USA. Eina viku eftir útsøgnina um Zelenskyj setti hann fleiri ætlað amerikonsk revsitiltøk móti Russlandi í bíðistøðu.

Ritzau / AP

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

5 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Tingfundur 18.11.26

4 minuttir síðan
Tíðindi

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

56 minuttir síðan
Tíðindi

Xi tók ímóti Trump og hálsfevndi hann undan fundi við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjar bøkur um Oyggjaleikir og norrønu gudarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur vís­ir hit­an á landi og sjógvi í Vestur­avstralia

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Sendimaður Petur Petersen: „Ísraelar ynskja bara frið inni hjá sær sjálvum“ – og onnur fake news

2 tímar síðan
Tíðindi

Norskur laksaútflytari á húsagang við milliónaskuld

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat hevði samfelagið mist, um øll listafólkini í Føroyum góvust í morgin?

3 tímar síðan
Tíðindi

Grønland krevur gonguloyvi

3 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

5 tímar síðan