Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um viðgerðina av forprosjektinum fyri Suðuroyartunnilin.
P/F Suðuroyartunnil sendi 21. mai Landsverki umsókn um myndugleikagóðkenning av forprosjektinum fyri sjálvan undirsjóvartunnilin. Síðani hevur felagið eisini sent tilfar um vegir og tunlar á landi til góðkenningar.
Sambært Bjarna Hammer skal góðkenningin frá Landsverki fáast til vega, áðrenn tunnilsfelagið kann fara undir sjálva prosjekteringina og gera útbjóðingartilfarið.
Vil hava greiðu á tíðarætlanini
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjarni Hammer á, at tað í heyst varð upplýst, at fyrireikingarnar til verkætlanina sum heild gingu eftir ætlan. Samstundis varð sagt, at viðgerðin hjá Landsverki hevði drigið út og seinkað tilgongdini.
Løgtingsmaðurin spyr tí, hvussu langt Landsverk er komið við viðgerðini, og hví hon hevur tikið so drúgva tíð. Hann vil eisini hava at vita, nær landsstýrismaðurin væntar, at endaliga góðkenningin verður tøk, og hvørja ávirkan viðgerðartíðin fær á samlaðu tíðarætlanina fyri Suðuroyartunnilin.